Stórmøti fyri stórum fólkaskara

Um vikuskiftið var Ítróttarhøllin í Runavík karmur um stórmøti við afrikanskum talara. Sunnukvøldið vóru 1300 fólk á møti.

Runavík: - Eg veit ikki, hvussu eg sjálvur hevði havt tað, um tað var eg sum var Abraham og eg skuldi offra son mín.
- Eg hevði helst bæði grátið, rópt og tárað, segði Romain Zannou í talu síni leygarkvøldið, har omanfyri 800 fólk vóru savnað saman.
Evnið hetta kvøldið var At liva undir krossinum, og her nýtti hesin afrikanski talarin kendu frásøgnini úr Bíbliuni, tá Abraham í lýdni móti Gudi ætlaði at offra son sín, Ísak.
Við hesum døminum vísti hann á týdningin at fylgja Gudi í lýdni, hóast tað kundi kosta rættiliga nógv at fylgja honum eftir og gera hansara vilja.
- Men við at fylgja hansara vilja og hansara ætlan, so verða vit so ríkiliga signað. Og tað besta er so tað, at hann hevur eisini lovað at verið við okkum í øllum tí, sum vit møta. Saman við Gudi ert tú ongatíð einsamallur, segði hann.
Romain varð væl tulkaður av Bergi D. Joensen av Argjum á møtinum hetta kvøldið, og sum eisini varð sent umvegis Rás 2.
Møtini byrjaðu fríggjakvøldið og hildu fram til sunnukvøldið. Mett verður at eisini 3000 fólk íalt vóru til tey trý stórmøtini.

Prestur og sendiharri
Høvuðstalari á møtunum var Romain B. Zannou úr Benin. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum prestur, og er í dag formaður í kirkjuni. Fleiri 100 prestar og onnur fólk starvast har.
Romain hevur sera gott samband við politikkarar og stjórnina í landinum, umframt í øðrum londum eisini. Hann virkar tí sum eitt slag av sendiharra fyri landið.
Romain hevur áður verið í Føroyum, har hann millum annað hevur havt fundir við løgmann, landsstýrismenn, politikarar eins og handilsfólk.
Hesaferð hevði so Heimamissiónin valt at skipa fyri stórmøtum við hesum talaranum um vikuskiftið. Íalt vóru eini 3000 fólk, harav flestu teirra vóru sunnukvøldið, tá ikki færri enn 1300 møtifólk vóru í Ítróttarhøllini í Runavík.