Sambært amerikanska veðurstovninum hevur landnyrðingsparturin av landinum ikki havt so ringt kavaveður seinastu hundrað árini, og løgreglan upplýsti sunnukvøldið, at illveðrið hevði kravt 14 mannalív.
Tað hevur eisini verið sera kalt, og sunnudagin frysti 33 stig í Boston. Har mistu 33.000 húsarhald streymin.
Í New York er eisini nógvur kavi komin niður, og á tí stóra John F. Kennedy-flogvøllinum noyddust tey at avlýsa 60 fráferðir, tí so nógvur kavi var lægstur á lendingarbreytirnar.
Amerikonsku veðurmenninir søgdu í gjár, at veðrið fer at batna teir næstu dagarnar, men samstundis ávaraðu teir um, at seinni í vikuni verður aftur kavarok.