Stórkavi í Start

Meðan Todi Jónsson og liðfelagarnir í Start venja undir sólini í Spania, er leikvøllurin hjá Start í Kristianssand undirkavaður. Ætlanin er, at norska kappingin skal byrja 9. apríl, men tað tykist verða heldur ivasamt, sum verðið er í løtuni. Stórkavi er ymsastaðni í Noregi, og vøllurin hjá Start hevur ligið undir kava í fleiri vikur.
 Tað er ikki vist, at vøllurin verður klárur til fyrsta dystin, men vit gera alt, sum vit kunnu fyri á náa tí, sigur Harald Andersen, dagligur leiðari í Start, við heimasíðuna hjá felagnum.