Stórkapping

Veðrið forðaði avgreiðsluni av stórkappingini fyri viku síðani, men nú eru so nýggjar dagfestingar settar á, nær kappast verður

 

Fimleikur


Stórkappingin, sum skuldi verða í Runavík 4. mars, men sum varð útsett vegna veður, verður nú býtt sundur. Tey vaksnu kappast í Høllini á Hálsi týskvøldið 13. mars kl. 19.00, meðan pinkur og smágentur kappast í Runavík 24 mars.

Tilsamans fýra lið úr tveimum fimleikafeløgunum luttaka. Kappast verður í tveimum aldursbólkum: Getnur og kvinnur. Fimleikafeløgini, ið eru við eru Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið. Har umframt verða gestalið frá somu feløgum við.

Tann føroyska stórkappingini koyrir eftir somu reglum donsku Grand-Prix kappingarnar, men tó eru nakrar serliga viðtøkur, sum bert eru galdandi í Føroyum. Kappast verður í tveimum serium, eini fríari og eini við amboðum. Í ár hava gentur ar vimplar og kvinnurnar hoppinond sum amboð.

Til stórkappingina eru fýra dómarar, sum meta um avrikið, umframt tveir høvuðsdómarar. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, og listarligt, har tað í størri mun verður hugt at koreografiini.

Byrjað verður kl. 19.00, og kappingarnar verða í hesi raðfylgju: Gentur ? frí íðkan, gentur ? amboð, kvinnur- frí íðkan og kvinnur-amboð.