Stýrislimirnir í SEV vórðu ikki kunnaðir um, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, tá stýrið gav stýrisformanninum, Poul Arna Jacobsen, heimild at skriva undir, hóast leiðslan í SEV hevði fingið hesi boðini dagin fyri. Stýrislimirnir góvu sostatt formanninum heimild á skriva undir sáttmálan á skeivum grundarlagi.
Hetta vil Dia Poulsen, limur í stýrinum hjá SEV, vera við.
Á stýrisfundi tann 28. mars góvu teir seks stýrislimirnir formanninum heimild at skriva undir sáttmálan, sum SEV og Maskinmeistarafelagið settu sínar undirskriftir á sama dag.
Á fundi tann 27. mars fekk leiðslan í SEV munnlig boð frá Karsten Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, um, at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan, sum gav maskinmeistarum eina lønarhækkan uppá góð 10 prosent.
Hetta fingu stýrislimirnir hjá SEV tó ikki at vita, tá stýrið varð savnað á fundi dagin eftir sambært Dia Poulsen.
Hann dugir ikki at siga, hví stýrislimirnir ikki fingu greið boð um hetta frá leiðsluni, men hann er ikki í iva um, at hetta er kleyvarskapur frá leiðslunnar síðu.
Enn hevur hann ikki fingið nakra frágreiðing um gongdina í málinum viðvíkjandi hesum.
Sosialurin royndi mánamorgunin at fáa orðið á stýrisformannin Poul Arna Jacobsen og Klæminti Weihe, stjóra í SEV, at gera viðmerkingar til málið, men til fánýtis.
Mótsigandi upplýsingar
Ein annar stýrislimur er tó ikki samdur við Dia Poulsen. Kristian Fríðrik Olsen, stýrislimur fyri Norðoyggjar, sigur, at stýrið fekk nøktandi upplýsingar, tá tað gav stýrisformanninum heimild at skriva undir við Maskinmeistarafelagið.
Hann kennir seg sostatt ikki villleiddan á nakran hátt, sum Dia Poulsen hinvegin ger.
Tað eru sostatt mótsigandi upplýsingar, sum koma frá hesum báðum stýrislimunum hjá SEV viðvíkjandi fundinum tann 28. mars, tá formaðurin fekk heimild at skriva undir.
SEV svaraði í dag
Hesin sáttmálin hevur elvt til mikið stríð, nú SEV hevur valt at leggja hendan nýggja sáttmálan til síðis og er farið at rinda lønir eftir tí gamla sáttmálanum.
Maskinmeistarafelagið sendi fríggjadagin eitt hvassorðað skriv til SEV og kravdi, at lønir aftur verða fluttar eftir nýggja sáttmálanum.
Mánadagin á middegi fekk Maskinmeistarafelagið svar frá SEV, men tá blaðið fór til prentingar var ikki greitt, hvat stendur í hesum svari.