- Nei, eg havi ikki sæð avtaluna og kenni heldur ikki innihaldið í henni, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður fyri Kringvarpið.
Sáttmálin millum sp/f Progress og Kringvarpið kom annars í gildi 20. mars, og Stýrið fyri Kringvarpið hevði fund, so seint sum í gjár. Stjórin fyri Kringvarpið er við á øllum stýrisfundum.
Rúni Heinesen vísir til kringvarpsstjóran, Dia Midjord, sum hevur dagligu ábyrgdina av stovninum.
- Eg gangi út frá, at stjórin hevur eftirlit við, at alt verður gjørt á rættan hátt, sigur Rúni Heinesen, sum tó sigur seg fara at biðja um at sleppa at síggja avtaluna.
Stýrisformaðurin sigur seg annars ikki síggja stóru trupulleikarnar í eini slíkari avtalu.
- Vit hava áður havt fólk inni á stovninum, sum hevur tikið sær av at selja lýsingar. Nú verður uppgávan útveitt, sigur Rúni Heinesen.
Stýrisformaðurin hevur í løtuni ongar meiningar um, hvørt tað fer at ávirka skránna og programmpolitikkin, bæði í útvarpi og sjónvarpi, at almenna kringvarpið hevur gjørt sáttmála við privata fyritøku um at selja sponsoratir og fáa provisjón av søluni.










