Stórir trupulleikar í Holbæk

Toppliðið í 2. deild eystur í Danmark, Holbæk, hevur fingið trupuleikar. Felagið hevur ligið klárt á odda í deildini og hevur stevnt beint ímóti uppflyting til donsku 1. deild, men seinastu fýra dystirnar hevur tað gingið illa, tí liðið hevur tapt tríggjar av hesum dystum. Tað eru júst fýra dystir síðani, at fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen tók við sum venjari í Holbæk, og hann hevur tí fingið eina keðiliga byrjan í felagnum. Um vikuskiftið tapti Holbæk 2-1 ímóti Søllerød-Vedbæk. Holbæk er framvegis á odda, men nú er lítil munur millum felagið og nærmastu kappingarneytarnar.