Stórir møguleikar við sild og makreli

Tavan í Leirvík sær stórar møguleikar við øktari framleiðslu og sølu av góðskaðum sildabitum og makrelúrdráttum.

Høvuðsfyritøkan í Svøríki, sum í fjør heyst keypti einar 1200 tunnur við kryddaðum sildabitum frá Tavuni í Leirvík, hevur traditiónir við sild heilt aftur til 1400-talið. Økið hevur gjøgnum øldir verið tætt knýtt at sild, sildavinnu og maritima økinum. Tískil er júst hetta økið í Svøríki í so máta ikki ólíkt Føroyum.

 

Svenska tjóðardagin hin 6. juni hevði hetta økið ein sonevndan “Sillens Dag”, har ein framleiðsla verður kosin at vera ársins sild. Í samband við hetta tiltak verða framleidd sløk 100.000 sildagløs, og av hvørjum glasi fer ein ávís upphædd til sjóbjargingarfeløg í svenska skergarðinum.

 

Johan Mortensen, konsulentur hjá Tavuni í Leirvík, vísir á, at framleiðslan, sum verður vald til at vera ársins sild, liggur á sera høgum gastronomiskum støði, og hann vísir á, at tað er ambitiónin hjá Tavuni, at ársins sild í 2019 skal verða við føroyskum rávørum og føroyskum urtrum við íblástri úr føroyskari gastronomi.

 

- Tað er ikki óhugsandi, sigur konsulenturin, at onkur av frægu føroysku kokkunum eisini verður við í hesi ætlan, tí tað vekir nevniliga ans í Svøríki, at Føroyar hava eina Michelin-stjørnu.

 

Jóan Magnus Rasmussen, sølustjóri, sigur, at Tavan sær stórar møguleikar við øktari framleiðslu og sølu av góðskaðum sildabitum og makrelúrdráttum. Hann sær stórar møguleikar við góðsking og nýggjum arbeiðsplássum av uppsjóvarfiskasløgum.

 

Konsulenturin, Johan Mortensen, veit eisini at siga, at Miklagarður skjótt kemur at hava nakað av svensku sildini hjá Tavuni, sum er skorin og kryddað í Leirvík og latin í gløs í Svøríki, at selja sínum viðskiftafólkum.