Privatisering
?Eg vil hava fulla greiði á, hvussu verður við Bygdaleiðum, eftir at busskoyringin fer á privatar hendur 1. januar.
Henrik Old, Løgtingsmaður, fer nú at reisa spurningin at privatisera Bygdaleiðir í Løgtinginum .
Hann sigur, at tær kanningar, hann hevur gjørt, vísa, at tá ið Bygdaleiðir verða privatiseraðar, fer tænastan at versna og hartil fer busskoyringin at verða væl dýrari, enn hon er í dag.
Tí fer hann nú at seta landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, nakrar skrivligar fyrispurningar um Bygdaleiðir.
Henrik Old sigur, at nú er so nógv útliðið og tí hevur tað stóran týdning at rudda øll ivamál avvegnum nú, áðrenn tann nýggja skipanin kemu í gildi á nýggjárinum.
? Í fyrispurningi sínum tekur Henrik Old Suðuroynna sum dømi.
?Sum eg skilji, hongur ein munandi partur av koyringini hjá Bygdaleiðum enn í leysari luft, hóast tað nú eru minni enn tveir mánaðir eftir, til koyringin fer á privatar hendur.
Henrik Old vil m.a. hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu túratalið verður eftir 1. januar, afturímóti í dag og hann vil hava greiði á, hvat tað fer at kosta og, hvussu verður við skúlabarnaflutningi, ferðaætlan o.s.fr.
Flutningur við skúlabørnum í vanda
Ikki minst vísir Henrik Old á, at tá ið Bygdaleiðir koma á privatar hendur fara bussarnir fyri ein stóran part ikki at koyra skúlabørn longur.
? Skúlabarnaflurningurin er rættiliga umfatandi sum er. Børn verða koyrd ímillum fleiri ferðir um dagin, alt eftir, nær tey skulu møta og nær tey fáa frí. Harafturat er nógvur flutningur ímillum skúlar ymsar tíðir á degnum, børn verða koyrd úr einum skúla í annan til svimjing og ímillum ymsar skúlar til ymsar lærugreinar og børn verða koyrd ímillum skúla og ítróttarhallir til fimleik o.s.fr.
Løgtingsmaðurin sigur, at allur hesin flutningurin heldur uppat á nýggjárinum.
? Eftir nýggjár verða tað kommunurnar sjálvar, sum skulu gera avtalu um at koyra skúlabørn aftur og
fram.
? Men talan er um rættiliga nógv børn, so tann, sum fær Bygdaleiðir at koyra, fær í veruleikanum einkarrætt uppá koyringina og kann sostatt áseta prísin sjálvur og tí er vandi fyri, at tað fer at dýrka munandi.
Ruðulleiki
Ì løtuni koyra sjey bussar fyri Bygdaleiðir í Suðuroynni.
Henrik Old sigur, at tá ið Busskoyringin verður privat, er tað ætlanin at tað skulu vera fýra bussar, sum skulu røkja alla koyringina.
? Eg ivist stórliga í um tað yvirhøvur letur seg gera at røkja alla koyringina við fýra bussum. Hvussu skulu bussarnir koyra fólk úr allari oynni til Smyril á Drelnesi klokkan sjey um morgunin og kunna fara út aftur í hvønn krók í oynni at koyra fólk til arbeiðis og í skúla klokkan átta?, spyr hann.
Hann sigur, at hetta letur seg ikki gera, uttan at túrarnir um morgunin verða framskundaðir nokk so fitt og at bussarnir tí mugu koyra munandi fyrr um morgunin. sostatt mugu sumbingar og sandvíkingar, sum frammanundan skulu upp á hálvari nátt fyri at sleppa við Smyrli, nakað væl fyrr av songini.
Tí stúrur Henrik Old fyri ruðulleika, tá ið Bygdaleiðir verða privatiseraðar og í øllum førum ivast hann ikki í, at tænastan verður munandi verri.
Annars hevur Landsstýrið lovað, at talan skal ikki verða um eitt vet av afturstigi, tá ið bussarnir verða privatiseraðar.
Henrik Old vísir eisini á, at tað er eisini ógvuliga ivasamt, hvussu verður við ymsum øðrum serflutningi, eitt nú í samband við ítrótt.
?Um vikuskiftið er rættiliga stórur tørvur á flutningi í samband við ítrótt bæði tá íð ítróttarlið skulu av Smyrli og til ymsar bygdir í Suðuroy og tá ið tey skulu avstað aftur. Og eg ivist stórliga í, um Bygdaleiðir verða førar fyri at átaka sær koyringina, tá ið bussarnir verða so fáir.
Hann sigur, at í ár standa góðar 18 milliónir á fíggjarlógini til Bygdaleiðir, tá er skúlabarnaflurtningurin uppií
? Næsta ár ætlar Landsstýrið at seta goðar 22 milliónir av til Bygdaleiðir og tá er skúlabarnaflurningurin ikki uppi í.
? Hetta er ikki tekin um, at tað verður bíligari, tá ið busskoyringin verður privatiseraðar. Men afturat teimum 22 milliónunum, skulu so útreiðslurnar til skúlabarnaflutningin, so tilsamans verður tað nógv dýrari, tá ið Bygdaleiðir eru privatiseraðar, ufmramt at túrarnir verða færri og óhøgligari .