Seinastu árini er Bakkafrost vaksin frá at vera ein stór føroysk fyritøka til at gerast ein av fremstu fyritøkunum innan alivinnuna í heiminum. Tað merkir millum annað, at fyritøkan hevur íleggjarar kring allan heim, umframt at hon sjálvsagt útflytir laks til teir stóru marknaðirnir kring heimin. Harímillum eru Evropeiska Samveldið og Bretland ein týðandi partur.
Tí verður tað í høvuðsskrivstovuni á Bakka í Glyvrum eisini fylgt við úrslitinum av bretsku fólkaatkvøðuni. Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, ið greiðir frá hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri føroysku fyritøkuna, um bretar atkvøða fyri at fara úr Evropeiska Samveldinum.
Negativan spiral
Regin Jacobsen greiðir frá, at hóast Bakkafrost útflytur nógva vøru til Bretlands, so er tað ikki so nógv stongd mørk, men heldur ein viknaður heimsbúskapur, ið kann hava negativar fylgir fyri føroyska alirisan.
- Vit hava ikki gjørt nakrar útrokningar, um hvørja ávirkan eitt nei til ES fær fyri Bakkafrost, men skuldi tað hent, at Bretland tekur seg úr Evropeiska Samveldinum, so fer tað at hava negativar avleiðingar á heimsbúskapin, tað fer at hava negativar avleiðingar á kapitalmarknaðin og tað fer at skapa eitt órógv í eina tíð, sigur Regin Jacobsen.
Hóast stjórin í Føroya størstu fyritøku harvið tykist at stúra eitt sindur fyri, at bretar atkvøða nei til 23. juni, so leggur hann dent á, at neiligu avleiðingarnar helst ikki raka føroyskar fyritøkur harðari enn aðrar.
- Vit kunnu ugga okkum við, at teir, ið vit kappast vit, virka undir somu fortreytum sum vit. Eg vænti ikki, at tað verður verri fyri føroyskan útflutning enn fyri útflutningin hjá Kili og Norra. Tað er tað, ið hevur størsta týdning fyri okkum, sigur Regin Jacobsen og greiðir víðari frá.
- Tað týdningarmesta er kappingarførið millum londini. Um tað gongur niður at bakka hjá øllum, og vit relativt sæð ikki verða verri stillað, so missa vit ikki kappingarførið í mun til hini londini.
Onga ávirkan á marknaðaratgongd
Regin Jacobsen vísir á, at við verandi sáttmála við ES, so hevur føroyskur laksur frá Bakkafrost, eins og hjá øðrum føroyskum alifyritøkum, fría atgongd til innanhýsis felagsmarknaðin hjá ES, og harvið eisini til bretska marknaðin. Tað er somu treytir, ið nærmastu kappingarneytarnir, Norra og Kili, virka undir.
Hóast eitt nei til ES hevur við sær, at Bretland verður eitt egið land, og verandi handilssáttmáli, ið er treytaður av, at Bretland er í ES, harvið ikki kann brúkast at sleppa inn á bretska marknaðin, so væntar stjórin í Bakkafrost ikki, at tað fer at hava nakra sum helst ávirkan.
- So leingi eingin serligur tollur er álagdur innflutningi av fiskavørum, so má man ganga út frá, at tað verður frí atgongd fyri føroyskan laks til bretska marknaðin. Men sjálvandi verður tað ein heilt nýggj støða, ið tekur seg upp, um Bretland fer úr Evropeiska Samveldinum, sigur Regin Jacobsen.
Bretland ein vaksandi marknaður
At bretski marknaðurin hevur týdning fyri Bakkafrost, sæst eisini aftur í sølutølunum hjá føroysku alifyritøkuni, har Bretland er eitt av teimum londunum, ið Bakkafrost selur mest fisk til.
- Bretland er ein týðandi marknaður fyri laksin hjá okkum, og er útflutningurin til Bretlands vaksin síðstu árini. Í løtuni er hann umleið tíggju til fimtan prosent, sigur Regin Jacobsen, og heldur fram.
- ES-marknaðurin er enn størsti marknaðurin hjá Bakkafrost, og er umleið 40 prosent av útflutninginum hjá Bakkafrost, harav bretski parturin er umleið 15 prosent. Síðani útflyta vit umleið 25 prosent til USA og eini 20-25 prosent til Fjareystur, sigur stjórin í Bakkafrost at enda.
Hendan greinin var fyrstu ferð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 17-06-2016.









