Ein aldursbólkur, ið er hart raktur í korona-kreppuni, eru tey ungu og tann 12. mai var ein triðingur av teimum, sum vóru í serligu koronaskipanini hjá Als, undir 30 ár.
Tað staðfestir Beinir Johannesen tingmaður fyri Fólkaflokkin og tí stúrir hann fyri, at ungfólk fara at taka til rýmingar, og fara uttanlands at arbeiða ella lesa, tí at møguleikarnir í Føroyum eru avmarkaðir
Og nú vil hann hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at greiða frá um hetta er nakað, hann hugsar um, og um hann ætlar at gera nakað við tað.
Tí hevur hann spurt, hvussu nógv útbúgvingarpláss verða í Føroyum næsta ár, bæði á miðnámsskúlum, á tekniskum skúlum og á hægri lærustovnum.
Hann vil somuleiðis hava at vita frá landsstýrismanninum um nøkur ætlan er um at økja um útbúgvingarplássini
– Í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri, at vit skulu menna og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar, staðfestir fólkafloksmaðurin.
Hann leggur afturat, at samstundis hevur Løgtingið samtykt ein lærlingafrádrátt, ið skal lætta um hjá lærlingum, og samstundis gera tað meira áhugavert at velja eina yrkisútbúgving.
Tí vil hann hava at vita, hvussu nógv pláss eru til taks í dag, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at økja um útbúgvingarplássini.