Myndugleikarnir í amerikanska statinum Kalifornia samtyktu í gjár at banna fólki at brúka stórar flatskíggjar, sum brúka ov nógva orku. Tey, sum taka undir við lógini, siga, at fólk fara at spara streym fyri einar átta milliardir dollarar um árið, sum svarar til orkutørvin hjá umleið 800.000 húsum og íbúðum.
Lógin sigur, at flatskíggjar, sum skulu seljast í Kalifornia frá 2011, skulu brúka minst 33 prosent minni streym enn teir, sum verða seldir í dag, og at teir, sum verða seldir aftan á 2013, skulu brúka minst 50 prosent minni streym.
Eygleiðarar siga, at lógin í Kalifornia kann fáa ávirkan á alla sjónvarpsframleiðslu kring heimin.