KÍ er oddalið, ÍF er á triðja plássi, og B68 er nummar fýra. Hesi trý liðini eiga seinnapartin heimavøll ímóti liðum, sum stríðast fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Toppliðið í Klaksvík eigur heimavøll ímóti Giza Hoyvík, sum er næstniðast. Tá ið liðini hittust fjúrtanda apríl í sætta umfari á vøllinum í Hoyvík, vann KÍ 3-0. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.
ÍF, sum er á bronsuplássinum, fær vitjan av næstbesta liðnum hjá Suðringum, sum eru aftast.
Tá ið liðini í sætta umfari hittust við Stórá, vunnu fuglfirðingar 9-0.
B68, sum í fleiri vikur var á uppflytingarplássi, tapti fyri tveimum vikum síðani í Fuglafirði, og tað bar við sær, at toftamenn duttu aftur á fjórða plássið. Í dag verður næstbesta liðið hjá HB gestur á Svangaskarði. Tá ið liðini í sætta umfari hittust í Gundadali, vann B68 2-1.
HB er á sjeynda plássi - eitt stig frá niðurflytingarplássi.
Í gjárkvøldið vann næstbesta liðið hjá Víkingi 2-1 á Sandi, og mikukvøldið vann næstbesta liðið hjá Skála 5-2 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ.
KÍ – Giza Hoyvík: Rani A. Skaalum kl. 17.30
ÍF – Suðringar: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
B68 – HB: Bjarki Danielsen kl. 16.00
Støðan
KÍ | 13 | 11 | 1 | 1 | 37 | 12 | 34 |
NSÍ | 14 | 9 | 2 | 3 | 39 | 17 | 29 |
ÍF | 13 | 8 | 2 | 3 | 42 | 22 | 26 |
B68 | 13 | 8 | 1 | 4 | 32 | 18 | 25 |
Víkingur | 14 | 7 | 1 | 6 | 23 | 24 | 22 |
B71 | 14 | 7 | 0 | 7 | 31 | 34 | 21 |
HB | 13 | 3 | 2 | 8 | 19 | 20 | 11 |
Skála | 14 | 3 | 1 | 10 | 21 | 33 | 10 |
Giza Hoyvík | 13 | 2 | 4 | 7 | 13 | 25 | 10 |
Suðringar | 13 | 0 | 4 | 9 | 13 | 65 | 4 |