Óstýriliga grindin í Sandavági taldi 75 hval

Tað bleiv til 565 skinn og 0,86 skinn í part

Seðlarnir til óútrokniligu grindina í Sandavági í gjár komu út í morgun um 8 tíðina. Har er nú talt upp, og tilsamans vóru tað 75 hval, ið løgdu beinini. Býtt varð í 540 drápspartar, og tað bleiv til 565 skinn, sum bleiv til 0,86 skinn í part. Hetta upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.

 

Grindin í gjár var ein av teimum heilt óvanligu. Tað tók fleiri tímar, inntil mann fekk rakstur á grindina, og inntil tá lá hon bara og grindaðist út fyri Trælanípuna. Grindaformenn stóðu sum kánus, tí grindin ikki lat við seg koma, líkamikið hvussu nógv teir royndu at fáa gongd á hana við larmi og skjóttgangandi bátum. 

 

Fyrsti báturin var hjá grindini um 14 tíðina, og um 21:30 tíðina legði grindin langt um leingi beinini. Drápið gekk væl, sambært sýslumanninum.