Stóribeiggi Basim við í X-factor 2010

Hyggjarar minnast óivað Basim, ið kom heilt til kvartfinaluna í fyrstu sesongini av X-factor. Nú fer Nabil, stóribeiggi hansara, at royna eydnuna eisini. - Eg havi altíð sagt, at Basim hevur tað frá mær, so nú er tað mín túrur, sigur stóribeiggin, Nabil.

Eini dómarin, Remee, ið eisini var umboð fyri Basim, heldur, at stórur munur er á teimum báðum beiggjunum.

- Tað er stórur munur á tykkum báðum, sigur Remee. Tú hevur betri tekniskar førleikar enn Basim, men tú ert meiri afturhaldin er hann, sigur hann framhaldandi. Remee ivast í, um tað er møguligt at gera Nabil fríari, men tað er Nabil sjálvur vísur í.

- Eg meti, at eg megni at fara allan vegin, sigur Nabil.

 

Síggið klippið, ið ikki var við í sendingini fríggjakvøldið, á:

 

www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2010/nabil.htm