Í dag er meiri ferðsla í undirsjóvartunlunum, enn tað plagar at vera leygardagar.
Stóri tunnilsdagurin er ídag. Tað vil siga, at tað er ókeypis at koyra í báðum undirsjóvartunlunum – Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Frá klokkan seks í morgun og til klokkan seks sunnumorgunin verður ikki kravt gjald fyri at koyra úr Vágum og úr Klaksvík.
Prísurin fyri at koyra í undirsjóvartunlunum við persónbili er annars 25 krónur hjá teimum, ið hava hald – lítið, miðal ella stórt – og fyri túr uttan hald er prísurin 100 krónur.
At tað uppundir henda leygardagin hevur verið gjørt nógv burturúr at lýsa man boða frá, at handilslívið og onnur, sum skipa fyri tiltøkum, rokna henda leygardagin at vera ein av teimum heilt stóru. Flestu handlar hava opið til klokkan átta í kvøld.
Í undirsjóvartunlunum er turt og trygt at koyra. Landsverk sigur, at tað er hált í støðum um alt landið, og tað verður heitt á bilførarar, um at koyra varliga.
Í ár hevur tað verið ókeypis at koyra í Vágatunlinum leygardagarnar 25. februar, 29. apríl, 2. september og so í dag 9. desember.
Í ár hevur tað verið ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum leygardagarnar 4. mars, 29. apríl, 30. september og so í dag 9. desember.









