Stóri small niður

Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var týsdagin miðdepil í eini dramatiskari hending í old-boys steypafinaluni millum Lyngby og AGF.
Bara 20 minuttir vóru farnir av dystinum, tá Henrik brádliga small um á miðjum vølli.
Við BT sigur venjarin hjá Lyngby, Michael Schäfer, at Henrik ikki reiðiliga visti, hvat var hent. Seinni varð tó staðfest, at talan helst ikki var um nakað álvarsligt, men at føroyski landsliðsvenjarin kendi seg illa eina løtu.
AGF vann annars dystin 3-2.