FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: Hann telist millum okkara stóru, men leygarkvøldið var hann ov lítil. Í tveimum førum tveitti Rógvi Jacobsen seg fram eftir einum frísparksinnleggi frá Súna Olsen, men í báðum førum var vælvaksni klaksvíkingurin akkurát ov stuttur.
Serliga fyrra støðan var harmilig, tí beint aftaná fara franskmenn í kontraálop, skora og avgera í roynd og veru dystin. – Men áðrenn tað koma teir ikki spælandi til heilt stórar kjansir. Teir hava okkurt úti frá, sum rakar yvirleggjaran, men annars standa vit okey á vøllinum. Men so haldi eg gott tú kanst siga, at trý tey fyrstu málini vóru gávur frá okkara síðu, og so renna vit aftan á restina av dystinum, metir Rógvi Jacobsen, sum var aftur á føroyska landsliðnum eftir fráveru í meiri enn eitt ár vegna skaða.
Bilsin um at byrja
Tískil var hann eisini bilsin um at byrja inni móti Frankaríki.
– Eg vónaði at fáa ein hálvleik, men hevði ikki roknað við at byrja inni, so tað eri eg bara fegin um, sigur Rógvi Jacobsen, sum tó harmast gongdina í dystinum.
– Tað gjørdist øgiliga tungt. Eg haldi tað er tí, at vit bakka so nógv fyri ikki at opna fyri teimum, men av tí sama eru vit ikki nóg aggresivir á bóltinum, tá teir hava hann og tí verða vit pressaðir aftur, greiðir Rógvi Jacobsen frá, sum er alt annað enn nøgdir við avrikið leygardagin.
– Tá tú tapir 5-0, so sigur tað seg sjálvt, at tað er okkurt, sum ikki riggaði sum tað skuldi, sigur hann.
Av tí sama er eisini nokk at arbeiða við, metir Rógvi Jacobsen. – Nú skulu vit hava gott mót og reisa okkum aftur áðrenn vetrarsteðgin. Fyrst og fremst ræður um at hyggja eftir, hvat fekk galið leygardagin. Trý tey fyrstu málini er nakað, vit ikki fáa ruddað burtur. Eru vit tættari í teimum og blokera skjótari, so kunnu vit fyribyrgja nokk so nógvum, sigur Rógvi Jacobsen, áðrenn hann leggur aftrat.
– Men har er eisini nógv, vit skulu rætta upp á.