Stóri pallur verður gjørdur klárur

Mikudagin varð farið undir at seta stóra pallin á Vágsbø upp og gera hann kláran til stóru konsertirnar á Summar Festivalinum.

 

Pallurin, sum verður brúktur til konsertirnar á Vágsbøi, er leigaður úr Danmark og er størsti pallur, sum verður brúktur til tónleikatiltøk í Føroyum.

 

Pallurin kom til landið mikudagin, og nú verður arbeitt við at gera hann kláran til framførslurnar.

 

Tað er Ljóð & Tøkni, sum tekur sær av allari tøkni á stóra palli, og nógv verður gjørt burtur úr bæði ljóði og ljósi.