Stóri pallur tikin í brúk í kvøld

Tvær av konsertunum á Summar Festivalinum í kvøld verða fluttar úr Flags tjaldinum og á stóra pall á Vágsbøi.

 

Roknað verður við nógvum fólk og góðum veðri á Summar Festivalinum í kvøld, og nú hava fyrireikararnir av festivalinum gjørt av, at stóri pallur á Vágsbøi skal takast í brúk í kvøld, hóast hetta ikki var upprunaliga ætlanin. Ætlanin var, at framførslurnar á Summar Festivalinum í kvøld skuldu verða á Føroya Tele pallinum og í Flags tjaldinum.

 

-Umstøðurnar tala fyri, at vit taka stóra pall í brúk í kvøld. Alt er klárt til at hava konsertir á pallinum, nú forsølan hevur verið sera góð, og roknað verður við góðum veðri í kvøld, vilja vit gjarna geva okkara gestum tvær konsertir á Vágsbøi í kvøld eisini, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

 

Tað verða framførslurnar við Glóð og Frændum, sum verða fluttar úr Flags tjaldinum og á Vágsbø. Glóð spælir á Vágsbøi kl. 21.45 og Frændur kl. 00.30.

 

Í Flags tjaldinum spæla Brandur Enni (kl. 20.00) og Guðrið Hansdóttir (kl. 23.30). Á Føroya Tele spæla Danny (kl. 19.00), Marianna Winther Nagata (kl. 19.30), Bárður Johannesen (kl. 21.00) og Uni Debess (kl. 22.45).