Stóri loppumarknaðurin 30. oktober

Tíðindaskriv

Afturvendandi tiltak í høllini á Stórheyggi er vælvitjaði loppmarknaðurin, ið Havnar Fimleikafelag skipar fyri. Mong eru tey, ið hava gjørt kuppið henda dag í árinum. Nú er tiltakið sett til leygardagin 30. okt. 2004, kl. 10 til 17.
Fyri at fáa til vega nóg mikið av loppum, standa dyrnar á Stórheyggi opnar fríggjakvøldið frá kl. 19. Tikið verður ikki ímóti klæðum, men annars eru allar loppur vælkomnar. Nógv skal til, tí fólk eru íðin at vitja og keypa. Harvið er hetta sjálvsagt stórur stuðul í fimleikaarbeiði okkara.
Til teirra, ið vilja stuðlað á annan hátt, verður køkutombola eisini leygardagin 30. okt.
Við ynskjum um góða vitjan.