Stúri fyri støðuni í heiminum

Nýggjár: Nógvu yvirgangsatsóknirnar í Evropa í ár ávirka meg, sigur Ruth Vang, løgtingskvinna

Vit hava spurt Ruth Vang nakrar spurningar nú um ársskiftið.

Hvussu var 2016 fyri teg?
- Árið hevur verið serligt, tí hetta er fyrsta heila árið, eg havi verið í politikki. Av somu orsøk haldi eg, at árið hevur verið nógv merkt av tí. Tað hevur verið spennandi og læruríkt fyri fyrstu ferð at viðgera eitt nú fíggjarkarmar, ólavsøkurøðu løgmanns, fiskidagar og nú fíggjarlógina fyri aðru ferð.


Hvør var besta upplivingin í 2016?
- Árið hevur verið gevandi og gott bæði persónliga og yrkisliga. Dugi illa at taka fram nakra serstaka hending. Ólavsøkugudstænastan var serlig fyri meg hesu ferð, tí eg luttók fyrstu ferð sum tingfólk. Vitjanin á Gibraltar við fíggjarnevndini var áhugaverd. Og so gleðist eg um, at tað eydnaðist Framsókn at fáa kommunala umboðan í høvuðsstaðnum á valinum í november. Havi annars havt nógvar góðar upplivingar saman við familju og vinum í 2017; nógvar túrar í føroysku náttúruni umframt summarfrí í Italia.

Hvør var keðiligasta upplivingin?
- Persónliga eri eg spard fyri keðiligar hendingar í 2016, tó at eg kenni fleiri, sum hava mist og eru rakt á annan hátt. Tey eru í tonkunum. Nógvu yvirgangsatsóknirnar í Evropa í ár ávirka meg og eg eri meiri stúrin viðvíkjandi støðuni í heiminum í mun til undanfarin ár.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017?
- Eg havi í fleiri ár ynskt at hildið summarfrí og ferðast runt í Føroyum. Kanska fer tað í ár at eydnast mær, í øllum førum í størri mun, at ferðast í egnum landi.