Jonna Justinussen
-----
Halda tit okkum øll vera totalir idiotar? Nei, góða stýrið fyri Kringvarpið, okkurt er rívandi galið við tykkum sjálvum.
Fólk, ið halda seg sjálvi vera tey einastu eini, hava vit ikki brúk fyri í nøkrum, ið viðkemur okkum øllum. At siga tað hart, so øll hoyra, og ikki bert hugsa tað, sum teir flestu menn gera: “Vit hava gjørt okkara besta, og tað hevur ikki hjálpt. Tað nyttar onki at fara frá, tí so hevur Kringvarpið onki stýri.”
Halda tit, at ongin annar dugir? Álvaratos, býttur kann man vera. Hvør hevur sett hesa nevnd? Og er tað fyri lívið?
Kringvarpið hevur brúk fyri fólki, ið kann hugsa kreativt og hyggja eitt sindur út um sín egna næsatipp. Ongin hevur brúk fyri slíkum nalvaskoðandi stívstikkarum, ið ikki vilja flyta seg.
Hvør fær 36 milliónir? Tað var eitt sindur undarligt hjá okkum hyggjarum at hoyra og síggja, at sami maður, sum er formaður í Kringvarpsstýrinum, har Kringvarpið manglar pening, er skúlastjóri í Tekniska skúla í Klaksvík, ið fær pening.
Somu umtalaðu 36 milliónirnar, sum kundu hjálpt Kringvarpinum, men fóru til Klaksvíkar, hava eina søgu. Beint áðrenn valið, okt. 2011, tá fólk í fíggjarnevndini deildu pening út, áðrenn tey fóru frá, skundaði Eyðgunn Samuelsen sær at kradda 36 milliónir til Tekniska skúla í Klaksvík. Sum eina viðmerking fingu vit at vita, at sama Eyðgunn Samuelsen var lærari á sama Tekniska skúla. Aftan á valið blivu milliónirnar strikaðar, tí onkur annar fekk hennara sess, men tað hevði onki at týða, tí nú eitt ár aftaná er næsti klaksvíkingurin klárur á trappuni við somu 36 milliónum til Klaksvíkar Tekniska skúla.
Farvæl Sjónvarpið.