Stóri fingið vánaliga byrjan

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen, hevur fingið vánaliga byrjan í nýggja starvinum sum venjari hjá Holbæk. Áðrenn hann tók við leiðsluni í Holbæk, sum er oddalið í triðbestu donsku deildini, hevði liðið bert tapt tveir dystir. Nú hevur Larsen havt leiðsluna í tveimum dystum, og Holbæk hevur tapt báðar. Harvið er trýst lagt á Holbæk í stríðnum um uppflyting til næstbestu deildina.
- Her er einki galið. Eg havi bara vant liðið einaferð og havi spælt tveir dystir. Eg skal líka læra spælararnar at kenna. Nú skulu vit bara hava høvdini upp, tí vit spæla aftur sunnudagin, sigur Henrik Larsen við BT.