KRINGVARP
Sosialurin prentaði í gjár nøkur brot úr lesarabrøvum hjá Símuni Absalonsen, formanni í kringvarpsstýrininum, har hann m.a. fanst at løgmanni fyri at halda røðu fyri samkyndum, og rósti Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, sum nú hevur sett hann sum formann í stýrinum fyri Kringvarpið. Eisini fanst hann at tí sosialdemokratiska samfelagnum, sum hann metti føra til eina bíbliuótrugva humanismu. Sjálvur hevði Símun Absalonsen ongar viðmerkingar til hetta í blaðnum í gjár
Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum er formaður í mentanarnevnd Løgtingsins, heldur tó ikki, at hetta fer at ávirka Kringvarpið.
- Vit í mentanarnevndini settu eina nevnd, sum vit í nevndini hildu umboða ymiskar meiningar, sigur Andreas Petersen.
Danskt og íslendskt modell
- Tankin var, at gera filtur millum politiska myndugleikan og Kringvarpið. Hetta var breið politisk semja um. Allir flokkar vóru við uttan Miðflokkurin.
Andreas Petersen metir ikki, at tann eini nevndarlimurin kann ávirka stýrisarbeiðið nakað nevnivert, av tí at 7 limir síta í stýrinum.
- Tað er møguligt, at eg ikki eri samdur við hansara holdningum, men tað er man ikki altíð. Stýrið er breitt samansett, sigur Andreas Petersen, ið leggur afturat, at kringvarpsstýrið er samansett eftir danskari og íslendskari fyrimynd.