Stórhending í Kollafirði beint eftir páskir

Nú fáa kollfirðingar eitt tilboð, teir ikki hava havt í ein mansaldur

Beint eftir páskir fer Tórshavnar Býráð undir eitt tiltak fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár. Tá fer býráðið nevniliga at bjóða arbeiðið út at gera nýggj grundstykki í Kollafirði.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at hetta er ómetaliga kærkomið, tí hetta er fyrstu ferð síðani síðst í áttatiárunum, at kommunan hevur grundstykki til taks í Kollafirði.

 

- Tað eru nógvir kollfirðingar, sum hava harmast um at ongi grundstykki hava verið í Kollafirði. Men ein orsøk til tað er, at tað er so nógv av jørðini í Kollafirði, sum er privatogn, og tí er tað ikki so lætt at fáa fatur á byggilendi.

 

Nýggja útstykkingin er á Hamrabøi mitt í bygdini og arbeiðið verður boðið út ímillum einar fimm arbeiðstakarar.

 

Tað eru 24 grundstykki í nýggju útstykkingini og arbeiðstakararnir fáa so einar tvær, tríggjar vikur at lata tilboð inn. Tá lægsta tilboðið er funnið, verður farið undir arbeiðið beinanvegin.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at kommunan fer ikki at standa fyri arbeiðnum at gera sjálv stykkingini byggibúgvin.

 

Tað fara tey, sum ogna sær grundstykki at gera, tí hann heldur, at soleiðis ber til at fáa tey eitt sindur bíligari, tó at hann ikki kann seta nakra ávísa upphædd á.

 

- Skulu tey, sum eiga stykkini, sjálvi gera tey byggibúgvin, kunnu tey kanska gera ein part av arbeiðnum sjálvi, og tað kann fáa prísin niður, sigur hann.

 

Tey, sum standa á bíðilistanum hjá kommununi eftir grundstykkjum fáa framíhjárætt at ogna sær grundstykki í Kollafirði. Men tey grundstykki, sum tá eru eftir, verða lýst í fríari sølu til øll at bjóða upp á.

 

Jákup Dam, býráðslimur í Kollafirði, hevur áður ført fram, at trotið á grundstykkjum hevur kostað bygdini dýrt, tí ein hópur av familjum hava í roynd og veru verið tvingað at flyta úr bygdini, tí at tey einki hava fingið at búgva í.

 

Høvdu grundstykki verið til taks í Kollafirði, hevði fólkatalið verið 300-500 fólk hægri enn tað er í dag, hevur hann staðfest á býráðsfundi í Havn.