Stórhøll skal byggjast í Havn

Ein stórhøll, marghøll ella ein Grand Arena í Havn. Borgarstjórin heitir nú á býráðið um at gera kann­ingar um innihald og fígging av eini stórhøll. Málið kem­ur fyri á býráðsfundi mik­u­dagin.

Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um at gera fótbóltshøll niðan móti Vill­ing­ardali­. Ætlanin var tó fyribils slept, m.a. tí at fleiri líkn­andi verkætlanir vóru í um­búna kring landið.

Heðin Mortensen ynskir nú, at býráðið tekur støðu til at gera eina størri høll við fleiri brúksmøguleikum held­ur enn bert vanliga fót­bólts­høll­.

– Henda verður bygd á sama stað, sum ætlanin var at byggja fótbóltshøllina, sig­ur hann.
Heðin Mortensen er sann­førdur um, at bæði høv­uðs­staðurin og landið mangl­ar eina slíka stórhøll – eina inn­an­dura multiarena
– til al­skyns tiltøk við nógv­um áskoðaraplássum.

– Tórshavnar kommuna eig­ur tí at ganga á odda at út­vega Føroyum eina slíka stór­høll.

– Stórhøllin skal hava fót­bólts­vøll bæði til kapp­ing­ar­dyst­ir, lands­d­yst­ir og venj­ing. Stór­høll­in skal har­um­framt kunna veita um­støð­ur til aðrar ítrótta­greinir, til finalur og til størri altjóða kappingar.

Málið kemur fyri á bý­ráðs­fundi nú mikudagin 2. mai.