STÍGUR Í ALHEIMINUM ? VANTANDI TILBÚGVING
- HVØR ER FRÆGASTA FARLEIÐIN ?
Hetta er heitið á fundi í Miðlahúsinum týskvøldið, sum Tjóðveldi skipar fyri, og har spurt verður: Hvussu handfara vit fíggjar- og búskaparligu framtíðina? metingar, útlit, vánir og ráð.
Tíðindaskriv frá Tjóðveldi
Stígur er komin í alheimsbúskapin. Rættilig krepputekin síggjast nógvastaðni. Tað, ið byrjaði sum ein fíggjarkreppa í peningakervinum, er nú av álvara ávegis til at gerast ein búskaparkreppa. Daprastu spádómarnir samanbera støðuna við kreppurnar í tríati- og sjeytiárunum í seinastu øld.
Soleiðis sum heimurin er samanskrúvaður í dag, stendur ongin vardur, táið búskaparligu óløgini herja. Heldur ikki føroyingar og Føroyar. Longu nú eru tekin um, at vindarnir, sum blása í verøld, eru farnir at gera um seg á okkara leiðum. Fíggjarstovnarnir hava saðlað um frá eini offensivari til eina defensiva strategi, stórir partar av høvuðsvinnuni eru í svárari neyð og hetta ávirkar nú almennu kassarnar í ólukkumáta.
Alt bendir harvið á, at fleiri orsøkir eru til lága sveipið, vit eru ávegis í. M.a. óloystar bygnaðarforðingar. Eftir ein óvanligan hákonjunktur, síðani kreppuna í nítiárunum, er løtan komin til skilagóða politiska handfaring av einum komandi lágkonjunkturi. At takla heimskreppuna skilagott, at reka samfelagið samsvarandi egnum mátti og at taka stig til at loysa tilfeingiskreppuna í høvuðsvinnuni.
Stundin er ikki til partapolitiskt skotgravastríð, og runublaking, um hvør ið møguliga tók tær skeivu avgerðirnar, og nær tær vóru tiknar. Hinvegin er stundin komin til at gera status, og at royna at finna frægastu farleiðina ígjøgnum ein væl lakari búskap, í ringasta føri eina kreppu, sum nú er við at taka seg upp.
Politisk tilbúgving skal til. Ávaringar tróta ikki, harvið hava tey, sum varða av umboðandi fólkaræðinum, politikkararnir, skyldu til at greina støðuna og at meta um framtíðina, og hareftir handfara hana soleiðis, at samfelagið kemur so snikkaleyst sum gjørligt burturúr einum tíðaravmarkaðum lágum marknaðarsveipi.
Tjóðveldi hevur viðgjørt støðuna á fleiri innanhýsis fundum. Sum størsti flokkur á tingi hava vit nú tikið avgerð um at lýsa støðuna so objektivt sum tilber, eisini í eini framtíðarfrásjón, hvussu tjóðarinnar siglingsferð skal vignast sum frægast. Til tað hava vit í fyrsta lagi skipað fyri fundi í Miðlahúsinum týskvøldið 9. desember kl. 1930.
Á fundinum vera fyrilestrar, settir spyrjarar og tónleikur. Fundurin verður skipaður á leið soleiðsni:
Jørn Astrup Hansen, cand. oecon., formaður í Búskaparráðnum, fer at gera støðuna upp og gera sínar metingar um framtíðarstøðu Føroya í mun til tey kreppuávaringartekin, sum nú síggjast innan- og uttanlands.
Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur og stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, fer at viðgera tilfeingistrupulleikan og at geva sítt boð um, hvussu tað málið kann loysast.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og tingmaður, fer at gera greiði fyri, hvussu orku- og umhvørvisspurningar koma at ávirka fíggjar- og búskaparligu gongdini í framtíðini, nationalt og globalt.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, vera andmælingar í eini spurnarløtu, táið pallborðið, við teimum trimum, Astrup, Hjalta og Magna, er sett eftir fyrilestrarnar. Verða stundir, fer tað at bera til hjá áhoyrarunum at seta pallborðsluttakarunum spurningar.
Í einum steðgi fer troubadururin Uni Arge at undirhalda við guitara og sangi.
Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen verður orðstjórnari.
Á Gamla Apoteki, 7. desember 2008
Tjóðveldi