Mikukvøldið 8. desember klokkan sjey verður stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni, har ein røð av okkara allarbestu tónleikarum taka lut.
Seinastu vikurnar hava nógv ymiskt tiltøk verið kring landi til frama fyri átakið »Í menniskjum góður tokki«. Øll tiltøk hava verið væl vitjað og fyrireikarnir eru ovfarnir av tí vælvild, sum fólk hava víst. Nú boða fyrireikararnir frá, at túrurin er komin til høvuðsstaðin har skipað verður fyri stuðulskonsert.
Hallur Joensen, Cantabile, Lena Andersen, Martin Joensen, Jens Marni Hansen og Lív Næs eru tónleikararnir, sum spæla á konsertini, ið er ókeypis, men savnað verður inn til»Í menniskjum góður tokki«meðan konsertin er.
Alt sum kemur inn verður óskert býtt út til tær familjur, sum hava tørv jólahjálp.