Nýbygningar
Tað tóktist leingi at bíða, til nýggju stálbygdu útróðrarbátarnir hjá leirvíkingum, Norðleivur og Fríðborg, stevndu inn um pierin hóskvøldið.
Fyrst ljóðaði, at skipini skuldu verða inni millum klokkan 19 og 20. Millum mong onnur var Sosialurin sjálvsagt farin norður at taka ímóti.
Nógv fólk var savnað á bryggjuni í Leirvík, og nøkur høvdu leitað sær út á molan við myndatóli.
Tveir brøður, Randal og Jákup á Reynatrøð, 2 og 4 ára gamlir, sótu við føroyskum fløggum í le aftanfyri ein oljutanga. Pápin siglir við Polarhavi hjá Osmundi Justinussen, og mamman arbeiðir á virkinum hjá Kjartani Joensen.
Hetta eru teir, ið hava latið Fríðborg og Norðleiv byggja á Ósey á Havnafjørðinum í Íslandi. Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi.
Veðrið er gott, men høgættarlotið er kalt. Tað eru ikki bara Randal og Jákup, sum eru ótolnir og vorðnir kaldir, men so hvørt, sum tíðin gongur, og bátarnir ikki síggjast koma undan Hagaleiti, fara fólk niðanaftur av molanum at bíða.
Fløggini, sum Randal og Jákup hava í hondini, eru viðhvørt uppi og viðhvørt niðri.
Nú ljóðar, at klokkan helst verður 20.30, áðrenn skipini koma.
?Teir hava væl ikki trolið úti á vegnum, ha?? spyr onkur.
?Nei, grammir eru teir, men so grammir munnu teir væl heldur ikki verða?, sigur ein annar.
Vit møta konu til bygdarráðsformannin í Leirvík, Sjúrð Eliassen. ?Hann fer at siga nøkur orð og ynskja skipunum vælkomnum. Annars fer hann ikki at siga so nógv?, sigur hon og leggur aftrat, at Leirvíkar Gentukór við Dánjali Eysturstein eisini fer at syngja.
Skipini koma
Tá ið klokkan nærkast 20.30 kemur órógv á fólk, tí nú veit onkur at siga, at skipini eru komin undan Hagaleiti.
Jú, tveir reyðir útróðrarbátar saman við nøkrum øðrum bátum, sum eru farnir út at taka ímóti.
Onkur heldur fyri, at kanska eru hetta ikki teir vakrastu skrokkarnir, ið sæddir eru út fyri Leirvíksbygd, men hetta eru góð skip, sum eigararnir og teir, sum skulu sigla við teimum, verða glaðir fyri.
Komnir inn ímóti Leirvíksbygd, snara skipini bæði í stýriborð og mala runt úti á vágni, tríggjar ferðir.
?Nú verða tey signaði?, sigur ein maður, sum stendur undir liðini á umboði Sosialsins og sjómanstrúboðaranum, Torleifi Johannesen.
Maðurin veit at siga, at tað gekk ikki so væl við signingini, tá ið ein annar bátur kom til bygdina fyri mongum árum síðan.
?Tá snaraðu teir bátin runt í bakborð, og tað er skeivt?, sigur hann.
?Onkur rópti á teir og bað teir snara í stýriborð, men teir hoyrdu ikki, hvat hesin segði og settu bara meira ferð á motorin?.
Hópur av fólki var á bryggjuni í Leirvík, tá ið Norðleivur og Fríðborg løgdu at. Ein stórur partur mundi vera leirvíkingar, men her vóru eisini fleiri kend andlit at síggja, sum komin vóru úr Havn.
Tá ið bygdarráðsformaðurin, Sjúrður Eliassen, hevði boðið útróðrarbátunum vælkomnum og ynskt teimum alt tað besta, takkaði Osmund Justinussen vegna reiðaríini fyri stórfingru móttøkuna. Leirvíkar Gentukór setti eisini sín dám á løtuna við sangi.
Tá ið móttøkan á bryggjuni var liðug, og fólk høvdu havt høvi at skoðað bátarnar, bjóðaðu reiðaríini øllum, sum komin vóru omaná bryggjuna, til ábit í matarhøllini á virkinum hjá Kjartani Joensen.