Stórfingin konsert við Kris Kristofferson

Kris Kristofferson endaði sína konsertferð í Føroyum við framførslu í Norðurlandahúsinum í gjár

Kris Kristofferson hevur havt tríggjar konsertir í Føroyum. Tvær á Reinsarínum og eina í Norðurlandahúsinum.

 

Hann traðkaði á pall í gjár, einsamallur við sínum guitari, síni munnharpu og sínum veldiga sangskatti. Hann hevur enn eina stóra veru á pallinum, 80 ára gamal.

 

Hann sang 28 av sínum best kendu sangum. Hann ballaði teir ikki inn í søgur ella brúkti tíð uppá at fortelja um hvønn sang. Hann fór frá einum sangi til ein annan uttan hóvasták. Hann lat sangin fortelja sína egnu søgu og tað er júst mátin hann brúkar. At fortelja søgur ígjøgnum sang.

 

Tað einasta, ið breyt ein sang av fyri at byrja ein annan, var eitt "thank you" og so byrjaði hann næsta sangin.

 

Maðurin er sjálvandi merktur av at verða 80 ára gamal. Røddin er viknað og guitarspælið eisini, men tað tekur einki frá honum. Tað prógvar bara, at hann er menniskjasligur. Sangirnir eru enn teir somu. Teir hava enn somu styrki og hansara frásagnir hava einki mist. Líka autentiskar og autoriterar sum altíð.

 

Samanumtikið var tað eitt stórt upplivilsi í gjár. At sleppa at uppliva ein mann, ið hevur sett eitt veruligt merki á eina heila sjangru og enntá víðari, er ikki nakað, ið mann upplivir ofta.