Tá Truckerfestivalurin læt upp leygardagin 28. august 2004, høvdu 56 stórir bilar teknað seg til. Sum nakað nýtt vóru eisini kampingvognar við á festivalinum.
Áhugin var stórur fyri tiltakinum, og dúgliga varð prátað millum bilarnar.
Atgongdin til festivalin var ókeypis, men tey vitjandi fingu ein atkvøðuseðil, soleiðis at tey kundu atkvøða um vakrasta bilin í hvørjum bólki.
Fimm steyp vórðu latin til vakrastu bilarnar, og bilarnir vórðu býttur í fimm bólkar og nr. eitt í hvørjum bólki fekk steyp.
Leygarkvøldið handaði Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, steypini til bilførararnar á bilunum, sum høvdu vunnið. Føroya Shell læt tey fimm steypini.
Í bólki 1, trekkjarar (forvognar), vann ein Volvo FH12 hjá Skipafelagnum Føroyar, í bólki 2, lastbilar, vann ein Volvo FH12 hjá Hans Egil Joensen á Eiði, í bólki 3, kranabilar, vann ein MAN hjá Marna Berg í Søldarfirði, í bólki 4, bussar, vann ein Volvo hjá Askham Bussum í Hvannasundi, í bólki 5, trailarar, vann eisini ein Volvo FH12 hjá Hans Egil Joensen á Eiði.
Umframt steypini fingu vinnararnir eisini Helix smyrjuolju, krúss og taskur frá Shell, ein kassa av Jolly frá Føroya Bjór, slipsnálir, pennar og nálir frá Runavíkar kommunu
Tá festivalurin endaði sunnudagin um fimm tíðina, koyrdu bilarnir í konvoy til Norðragøtu at venda, har festivalurin fekk sín enda.
Stigtakarin til Truckerfestivalin, Leif Elisasen í Klaksvík, er væl nøgdur við tiltakið, og hann er longu byrjaður at leggja festivalin í 2005 til rættis.