<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hundrað ára føðingardagurin hjá Balslev í Hoyvík leygardagin 19. august fekk sera góða undirtøku. Yvir túsund fólk leitaðu sær í góðveðrinum inn á økið, sum var gjørt klárt í samband við føðingardagin. Har vóru bæði uttandura og innandura tiltøk.
Tónleikatiltøk vóru framførd av t.d. Kim Hansen og Havnar Hornorkestri.
Bæði børn og vaksin hugnaðu sær í hoppiborgunum og øðrum sum var sett upp til ymiskar kappingar.
Inni í Høll C var ein flott framsýning við gomlum myndum, sum Birgar Johannesen hevði sett upp.
Góði maturin setti sín serliga dám á føðingardagsveitsluna.










