Framsýning
Runavík: Fyrstu vikuna av apríl verður heimið ella sethúsini, tú ætlar tær at byggja, hevur bygt ella leigar - saman við øllum tí, sum hartil hoyrir - sett í fokus á stórfingnu bústevnuni, Hús & Innbúgv 2003, sum verður hildin í Runavík í døgunum, 4.- 6. apríl.
Talan er um somu sølustevnu ella messu, sum varð útsett tvær ferðir í fjør. Fyrru ferðina órógvaði valdið, sum var 30. apríl, og aðru ferð var tíðarskeiðið heldur ikki so heppið, tí hetta var háárstíð hjá flestu framsýnarum.
Fyrr um árið
- Hóast undirtøkan fyri tiltakinum alla tíðina var sera stór, hevði tíðin, orkan og ynskir frá teimum, ið kundu hugsað sær at luttikið, tað við sær, at vit avgjørdu at útseta messuna til nú í vár, sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum er ein av stigtakarunum til bústevnuna.
Hann heldur ikki, at ein slík stevna eigur at verða hildin ov tætt uppat summarinum, og tað halda framsýnararnir heldur ikki.
- Hetta er høvuðsorsøkin til, at bústevnan nú verður hildin í døgunum, 4.-6. apríl.
Seinnu árini eru sølustevnurnar, sum javnan verða hildnar her heima á klettunum, í størri og størri mun farnar at bera dám av messum, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands.
- Her í Runavík hava vit nú okkara egnu fiskarímessu, okkara KT-messu og nú eisini okkara búmessu, sigur Hans Petur.
Dreymur og veruleiki
Fyrireikararnir vísa á, at høvuðsendamálið við bústevnuni, Hús & Innbúgv 2003, er at lýsa tey ymisku liðini, sum hugsast kunnu - frá tí, tú droymir um at seta føtur undir egið borð, til heimið endaliga kann gerast veruleiki.
- Øll, sum koma á stevnuna, hava sjálvandi ikki fyri neyðini at fáa lýst øll hesi liðini, talan kann vera um. Nøkur vilja ivaleyst kunna seg um eitthvørt ávíst, ið tey hava áhuga fyri, og hesi skulu sjálvsagt eisini fáa nakað burtur úr á stevnuni, sigur Hans Petur Ellingsgaard.
Hann vísir á, at onkur kanska stendur og ivast í at skifta sær køk ella vindeygu út, og í slíkum førum kann ein stevna, sum bústevnan, verða eitt kærkomið høvi, har til ber at síggja, hvat rørir seg á marknaðinum.
Stórur tørvur
- Eitt annað endamál er eisini at fáa savnað sum mest á einum staði av tí vinnu, sum hevur við bústaðin og byggingina at gera, soleiðis at henda vinna kann fáa sítt egna ?business-forum?, sum Hans Petur tekur til.
Hann heldur, at stórur tørvur hevur verið á eini tílíkari messu í Føroyum.
- Fiski-og alivinnan, oljuvinnan og KT-vinnan hava fingið sítt egna ráðstevnu-og messuforum, og lítið man vera at ivast í, at tørvur eisini er á einum tílíkum forum fyri ta vinnu, ið hevur við bústaðin at gera, sigur Hans Petur.
Nógvir framsýnarar
Sum dømi um framsýnarar, ið verða við á bústevnuni í Runavík, kunnu nevnast entreprenørar, arkitektar, peningastovnar, tryggingarfyritøkur, byggimeistarar, timburhandlar, sniðhúsaframleiðarar, snikkarvirki, VHS-innleggjarar, el-innstallatørar, málarar, múrarar, telefyritøkur, o.s.fr. Eisini verða handilsfyritøkur innan VHS, el, køkar, baðirúm, hvítvørur, møblar, búnýti og annan útbúnað við á messuni.
Hans Petur sigur, at áhugin fyri messuni er sera stórur og hava nógvar fyritøkur longu boðað frá luttøku, hóast nærum eingin marknaðarføring enn hevur verið í fjølmiðlunum.
10% avsláttur<BR>
- Vit ivast ongu løtu í, at stevnan verður fullteknað, og at bæði framsýnarar og vitjandi fáa eina stevnu, har tey kunnu fáa nakað gott burturúr, sigur Hans Petur Ellingsgaard. <BR> Fyrireikararnir vænta, at talið av vitjandi á bústevnuni, Hús & Innbúgv, 4.-6. apríl, verður nøkur túsund úr øllum landinum.<BR> Tilmeldingarfreistin hjá fyritøkum, ið ætla sær at sýna fram, er sett til, 1. mars, men avgjørt er, at tær fyritøkur, ið meldað til fyri 1. februar, fáa 10% í avsláttri.