Í Klaksvík gera tey nógv burturúr, at kappingin í EFFO-deildini fer í gongd í morgin.
Klokkan 15 byrjar dysturin millum KÍ og TB, og aftaná tann dystin er nógv ymiskt á skránni.
Talan verður um pallborðsorðaskifi, bæði um umstøðurnar hjá ítróttinum í Klaksvík, og um landskappingina í fótbólti í 2013.
Seinni um kvøldið verður dansur við Árna og Marner Andreasen.
Seinnapartin greiddi Eyðun Thorgeirsson frá tiltakinum á Rás2. Tað ber til at hoyra prátið við Eyðun Thorgeirsson undir greinini.