Stórfingið føroyskt framsýningarátak í Brússel

Durita í Grótinum, sum er projektleiðari hjá SamVit, er við á European Seafood Exhibition í Brússel. Hon sigur, at føroysku fyritøkurnar, sum eru við á føroyska landabásinum, hava havt úr at gera við nógvum vitjandi og nógvum fundarvirksemi við áhugaðar keyparar og seljarar

Brússel

 

Føroyskt vinnulív hevur aftur verið úti í heimi og kunnað umheimin um, hvat vit hava at selja av fiskavørum, og hvat vit kunnu hugsast at vilja keypa av tí, sum aðrir hava at bjóða.

Tilsamans 13 føroyskar fyritøkur eru við á eini av heimsins størstu fiskivinnuframsýning, European Seafood Exhibition (ESE), sum í hesi vikuni hevur verið í Brússel.

Framsýningin byrjaði týsdagin og letur aftur í dag.

Á ESE eru eini 1600 framsýnarar úr fleiri enn 70 londum, og talið av vitjandi liggur um 40.000 hvønn dagin.

Føroysku fyritøkurnar, sum eru savnaðar undir føroyska ”hattinum”, eru Bakkafrost, PRG, JFK, Sandoy Seafood, Delta Seafood, TG Seafood, Faroe Seafood, Rainbow Seafood, Orca, Nevið, Fiskamarknaður Føroya, EIK Banki og SamVit, sum samskipar føroysku luttøkuna.

Vinnuframagrunnurin stuðlar eisini føroyska átakinum í Brússel fíggjarliga.

Aðrar føroyskar fyritøkur eru eisini við á framsýningini í Brússel, og hesar eru á øðrum básum saman við sínum samstarvsfeløgum. Millum hesar eru eitt nú SNG, Samskip, Eimskip og FJM.

Eini 150-200 fólk úr Føroyum hava hesar dagarnar soleiðis luttikið og vitjað á ESE í Brússel.

Umboð fyri føroyskar fyritøkur, sum ikki eru við á sjálvari framsýningini, hava eisini vitjað á stevnuni.

 

Nógv fundarvirksemi

Durita í Grótinum, sum er projektleiðari hjá SamVit, er við á European Seafood Exhibition í Brússel.

Hon sigur, at føroysku fyritøkurnar, sum eru á føroyska landabásinum, hava havt úr at gera við nógvum vitjandi og nógvum fundarvirksemi við áhugaðar keyparar og seljarar.

- Í fyrsta lagi kunnu vit siga, at føroysku fyritøkurnar selja seg við at vera til steðar á básinum, har tær marknaðarføra seg við sínum vørum og tænastum og bjóða sínum viðskiftafólki inn til prát.

Spurd, um tað er væntandi, at sáttmálar kunnu koma undir land á eini slíkari framsýning, sigur projektleiðarin:

- Jú, tað er so heilt avgjørt, at her kunnu týðandi avtalur koma í lag. Vit síggja, at føroyskar fyritøkur eru fult ”bookaðar” við fundum, bæði við verandi viðskiftafólk og onnur nýggj.

Hon heldur, at ESE er eitt so stórt tiltak, har keyparar og seljarar úr øllum heiminum hittast, at tað illa kann hugsast, at týðandi avtalur ikki kunnu spyrjast burtur úr luttøkuni.

- Á slíkum framsýningum hittast viðskiftafólk, sum longu hava samstarv, og tí er luttøkan eisini ein partur av ”kundapleygu”, men hetta er so sanniliga eisini eitt gott høvi hjá fyritøkum til at gera nýggjar avtalur, sigur Durita í Grótinum.

 

Føroyskt átak

Týskvøldið skipaðu SamVit og Eik Banki fyri einum átaki í Brússel við tí endamáli at marknaðarføra Føroyar sum land.

Hølir vórðu leigað úti í býnum til móttøkuna, og føroysku framsýnararnir kundu bjóða samstarvsfelagum og viðskiftafólki úti í heimi við til tiltakið.

Á kvøldinum varð borðreitt við føroyskari list, tónleiki og mati. Hølini vórðu prýdd við málningum hjá listamonnunum, Heðini Kambsdal og Zachariasi Heinesen, tónleikinum tóku hjúnini Lena og Niclas Johannesen sær av, meðan føroysku kokkarnir, Leif Sørensen og Andrass Jacobsen, syrgdu fyri góðari føroyskari matuppliving.

Soleiðis sluppu útlendsku gestirnir og samstarvsfelagarnir hjá føroyskum fyritøkum at síggja, hoyra og smakka ein part av Føroyum – um vit so kunnu siga.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, var eisini hjástaddur og helt røðu, har hann eitt nú tosaði um okkara serligu førleikar og møguleikar innan burðardygga veiði og gransking av havumhvørvinum.

Durita í Grótinum sigur, at tiltakið, sum Eik Banki stuðlaði fíggjarliga, eydnaðist serstakliga væl.

- Vit síggja hetta sum eitt átak á leiðini at ”branda” Føroyar og føroyskar fiskavørur.

Hon heldur, at vit í okkara marknaðarføring av fiskavørum serliga hava lagt dent á dygdina, men at tað ikki er minni avgerandi, at vit frameftir kunnu skapa eina ”nation-branding”, sum hon tekur til, fyri føroyskar fiskavørur.

- Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, sigur Durita í Grótinum.

 

Eftirmeting

Føroyskar fyritøkur hava luttikið á ymiskum fiskivinnuframsýningum kring um heimin í nógv ár, bæði í Brússel, Spaniu, Ruslandi, Skotlandi og í fleiri av okkara grannalondum.

Men heldur SamVit framhaldandi, at tað loysir seg at vera við á slíkum framsýningum?

- Jú, tað halda vit avgjørt, og hetta vísa eisini eftimetingarnar, sum vit hava eftir slíkar framsýningar.

Hon vísir á, at á slíkum eftirmetingum verður hugt at, um føroysku fyritøkurnar eru nøgdar við tær tænastur, ið SamVit sum samskipari veitir fyritøkunum – um plaseringin av básunum er í lagi og tílíkt.

- Eitt eru tær avtalur, sum kunnu spyrjast burtur úr slíkari luttøku. Annað – og ikki minni týdningarmikið – er, at fyritøkur kunnu vera við, kunnu møta verandi og nýggjum viðskiftafólkum og kunnu skapa sær eitt uppaftur betri netverk út í heim.

Durita ásannar, at tað er kostnaðarmikið at vera við til slík stór framsýningartiltøk, sum tiltakið í Brússel.

- Ja, her verður nógvur peningur brúktur, og vit meta, at hvør fyritøka brúkar einar 100.000-300.000 krónur bara til básin. Aftrat hesum kemur so ferðakostnaður, innivist og tann peningur, sum eitt nú verður brúktur til ”kundapleygu”, sigur projektleiðarin hjá SamVit.

Tað eru fleiri ár, síðan føroyskar fyritøkur á fyrsta sinnu luttóku á hesi fiskivinnuframsýning í Brússel, sum verður hildin á hvørjum ári, og í ár eru fyrirøkurnar tvær fleiri enn seinasta ár.

Ætlandi koma føroysku luttakararnir í Brússel heimaftur í kvøld við serligum leiguflogfari, sum flýgur beinleiðis millum Vágar og Brússel.