Stórfeløgini víðari í Carling Cup

Heima á Anfield hevði Liverpool vitjan av Crewe. Her hevði danski Daniel Agger aftur fingið pláss í byrjunaruppstillingini, og hann takkaði fyri álitið, tá ið hann legði Liverpool á odda eftir beinleiðis fríspark, tá ið eitt korter var farið.

Michael O´Connor javnaði fyri Crewe, áðrenn Lucas Leiva gjørdist sigursharri, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 2-1, í seinna hálvleiki.

 

Á Old Trafford hevði Manchester United trupulleikar av Middlesbrough, har støðan var 1-1 fram til 79. minutt. Stutt frammanundan hevði gestirnir fingið eitt reytt kort, og væl hjálpt av hesum setti United seg fullkomiliga á dystin. Ryan Giggs skoraði til 2-1, áðrenn Nani økti til 3-1 í yvirtíðini.

 

Arsenal hevði als ongar trupulleikar av Sheffield United. Trý mál í hvørjum hálvleiki syrgdu fyri, at Arsenal vann stórsigur 6-0. Carlos Vela skeyt hattrikk, Nicklas Bendtner skeyt tvey, meðan bara 16 ára gamli Jack Wilshere skoraði eitt.

 

Øll úrslitini í Carling Cup í kvøld:

 

Burnley - Fulham 1-0

Leeds - Hartlepool 3-2

Arsenal - Sheffield U. 6-0

Rotherham - Southampton 3-1

Stoke - Reading 4-3 (eftir brotssparkskapping)

Sunderland - Northampton 4-3 (eftir brotssparkskapping)

Watford - West Ham 1-0

Swansea - Cardiff 1-0

Liverpool - Crewe 2-1

Manchester U. - Middlesbrough 3-1