Stórfeløg jagstra danskara

Nicklas Bendtner spælir í løtuni við enska Birmingham, har hann er útleigaður frá Arsenal. Leigusáttmálin við Birmingham gongur út í summar, og tá fer áleyparin aftur til felagið, sum hann hevur leikt í síðan 2003. Venjarin í Arsenal, Arsene Wenger, hevur stórar framtíðarvónir um Bendtner, men hetta styggir eftir øllum at døma ikki áhugað feløg burt. Real Madrid, Chelsea og Inter siga seg øll vera til reiðar at gjalda ógivnað upphædd fyri stórtalentið.

 

Nicklas Bendtner fekk sum bert 18 ára gamal debut á danska A-landsliðnum, har hann skoraði tvey mál í fyrsta dystinum. Tann næstan tveir metrar langi framherjin verður mettur sum eitt av størstu talentunum í donsku søguni.