Stórfeløg í Evropa stovna nýggja fótbóltskapping

Beinanvegin komu harðlig mótmæli ímóti nýggju fótbóltskappingini hjá enskum, sponskum og italskum stórfeløgum

12 stór evropisk fótbóltsfeløg ætla at stovna eina nýggja kapping nevnd Super League.

Hesum boðaðu feløgini frá seint í gjárkvøldið sambært tíðindastovuni AFP.

Avtalan er millum feløg sum Manchester City, Real Madrid, Barcelona og Juventus.

Eisini AC Milan, Arsenal, Atlético Madrid, Chelsea, Inter Milan, Liverpool, Manchester United og Tottenham eru við.

Útbrótarakappingin skal spælast mitt í viku og fevna um tilsamans 20 lið, harav 15 teirra eru millum stovnandi feløgini. Harvið skulu tey hava fimm feløg afturat við fyri at koma upp á tey 15 liðini tilsamans.

– Trý feløg afturat verða boðin saman við hinum 12 feløgunum áðrenn innleiðandi kappingina, sum skal byrjast sum skjótast, skriva feløgini í eini felags fráboðan sambært AFP.

Tey síðstu fimm feløgini skulu kvalifisera seg til at sleppa við til kappingina.

Sambært tíðindastovuni Reuters fáa stovnandi feløgini eina eingangsupphædd upp á 3,5 milliardir evrur. Tað svarar til umleið 26 milliardir krónur.

– Við at savna heimsins størstu feløg og spælarar í kappingini Super League skriva vit eitt nýtt kapittul í evropiskari fótbóltssøgu, sum skal tryggja kappingar og umstøður í heimsflokki og økja fíggjarligan stuðul til breiðu fótbóltspyramidua, sigur Joel Glazer

Hann er amerikanskur medeigari í Manchester United og næstformaður í Super League.

Tað fer eisini at verða ein Super League fyri kvinnur, skrivar Reuters.

Funnist varð at kappingini longu áðrenn hon varð almannakunngjørd.

Í gjár setti Evropiska Fótbóltssmabandið, Uefa, seg á odda við atfinningum og hótti við at fara í rættin fyri at steðga kappingini.

Samnært Uefa kunnu feløgini verða revsað fyri at fara undir sína egnu kapping. Tey kunnu sambært Uefa verða útihýst frá nationalum kappingum, og spælarar kunnu vera í vanda fyri at fáa frátiknan møguleikan at spæla við sínum landsliði.

Eisini fleiri fótbóltspersónligheitir, felagsskapir og politikarar hava funnist at hesum ætlanum.

/ritzau/