Stóreldur í Svøríki

Alla nátt hevur sløkkiliðið í svenska býnum Halmstad stríðst við at fáa tamarhald á einum stórum eldsbruna í einum ídnaðarbygningi. Nógv evnafrøðilig evni eru í bygninginum, og vandi er fyri spreingingum.

Sambært svenskum fjølmiðlum kyknaði eldurin um níggjutíðina í gjárkvøldið. Í nátt rapaði bygningurin, men tað logar enn í morgun.

Í gjárkvøldið bað bjargingartænastan fólk í Halmstad halda seg innandura og at lata vindeyguni aftur, tí eitrandi gass kundi vera í roykinum frá eldsbrunanum.