Ein ógvusligur eldur hevur í nátt herjað ein íbúðarbygning í Hvidovre við Keypmannahavn, har ein persónur hevur latið lív Eldurin byrjaði í eini uppgongd á Hvidovre Torv nummar 12, har tann sum doyði, búði. Haðani breiddi eldurin seg til tríggjar aðrar uppgongir, upplýsir Løgreglan í Keypmannahavn fyri Ekstrablaðnum.
Ein annar persónur varð koyrdur á skaðastovuna.
Eini 100 brandfólk og 30 løgreglufólk hava luttikið í bjargingararbeiðinum. Serfrøðingar kanna í løtuni orsøkina til eldin.
Ferðslan er beint burtur frá økinum, og 24 íbúgvar er fyribils innkvarteraðir á einum hotelli í býnum.










