Stórdystur í kvøld

Eftir málleysa og heldur linliga javnleikin í fyrru hálvfinaluni verður roknað við, at talan verður um satt brak á Old Trafford í kvøld.

Manchester United hevur her betru kortini á hondini, nú teir eiga heimavøll, men til tað seinasta er ivasamt, um tveir av týdningarmestu spælarunum hjá liðnum verða tøkir. Talan er um Wayne Rooney og Nemanja Vidic, sum báðir fingu snuddir í dystinum móti Chelsea leygardagin.