Tá hetta vikuskiftið er farið afturum fer at bera til at gera sær eina mynd av hesum kappingarárinum, hóast talan bert er um annað umfar í landskappingini.
Hjá monnunum snýr tað seg um tveir dystir hesaferð, og annar er ein topp dystur, meðan hin er botndystur.
Í toppinum stendur stíði millum Fleyr og Fram, og havnafeløgini bæði eru eftir øllum sólarmerkjum at døma tey, sum skulu kappast um meistaraheitið.
Seinasta vikuskiftið vann Fram á Mjølnir, sum tó verður styrkt við útlendskum leikara seinni í ár, og Fleyr, sum eftir øllum at døma eisini hevur fingið fatur á munagóðum styrki, vann á SÍ.
Tí verður við spenningi hugt at dystinum í Gundadalshøllini, sum verður sunnudagin.
Í Sørvági verður botndystur millum SÍ og ÍF. SÍ stóð seg illa í fyrsta dystinum ímóti Fleyr, men leiðararnir sum standa aftanfyri liðið vænta, at tað verður munandi øðrvísi nú SÍ skal spæla á heimavølli.
Um tað fer at eydnast at vinna á meistarunum úr Fuglafirði torir eingin at spáa um, tí liðið er broytt frá seinasta kappingarári, og sum ikki einaferð, so er fráfallið í drúgva og meira royndara endanum.
Fuglfirðingar eru heldur ikki væl fyri teir koma til Sørvágs av tí at teir hava mist fleiri leikarar Tí er væntandi, at talan verður um ein spennandi dyst leygardagin.
TB skal vísa vegin
Hjá kvinnunum er størsti spenningurin um dystin á Giljanesi leygardagin.
TB skal vestur í Vágarnar at spæla móti Drátti, og hesaferð skulu tvørágentur vísa, at tað ikki var av tilvild, at tær vunnu dystin móti Mjølni seinasta vikuskiftið.
Síðani tann dystin hevur TB mist Guðrið, sum er farin aftur til Danmarkar, og tað er missur í munar.
Dráttur er, hóast sigurin á Kambsdali seinasta vikuskifti, heldur ikki væl fyri, men tað er eingin ivi um at tær fara at gera sítt ítarsta fyri at leggja TB forðingar í vegin.
Í Havn fær Fleyr vitjan av ÍF, og tað verður eisini hugt við spenningi at tí dystinum.
Fleyr hevur mist stuðulsleikarar í ár, og tað merkist, at leikarar, sum Rúna Hentze og Anna Dalsgaard ikki eru tøkar longur. Kortini eigur eitt felag sum Fleyr at hava spælarar tøkar at seta við tá eldru leikararnir fella frá.
Hjá ÍF er støðan harafturímóti tann, at tær eru nýuppfluttar í meistaradeildina, og tær royna tí av øllum alvi at fáa fótin fyri seg í bestu deildini.
Liðið er, hóast tapið seinasta vikuskiftið, ikki heilt fyri ongum, tí tær hava frægar leikarar á liðnum.
Ein av teimum, sum gjørdist meistari við Mjølnir í fjør er Helen á Lakjuni, og hon er ein teirra, sum ikki gevur upp fyrr enn dysturin er liðugur.
Hvussu tað fer at gangast fara vit at hoyra um týsdagin









