Fýra av teimum størstu bankunum í Evropa skulu nú kannast, tí illgruni er um, at teir hava verið uppi í sviki við rentuni. Talan er um bretska bankan HSBC, sum er ein av teimum størstu í heiminum, Deutsche Bank, sum er tann størsti í Týsklandi, og tveir av teimum størstu bankunum í Fraklandi, Societe Generale SA og Credit Agricole.
Tað skrivar Reuters.
Skriðan leyp, tá tað kom fram, at tann bretski stórbankin Barclays hevði svikað við Libor-rentuni, sum hevur ávirkan á altjóða fíggjarmarknaðin.










