Stórbandittar í stórum stíli

Stórbandittarnir spældu í posthúskjallaranum í Tórgøtu og drógu asfaltfjøldina innar við lokkandi tónum Stórbandittarnir er samanseting av musikkskúlafólkum. Eitt festligt stórband við frálíkari sangarinnu, ið eitur okkurt í nánd av Onnu Katrinu ? tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa greiðu á navninum, men hon sang væl.

Og Stórbandittarnir spældu neyvt og væl og tá ein so stór fjøld swingar so væl og spælir so væl saman og eru so neyv, so er tað ein fragd.

og lurtararnir tustu eisini inn í Posthúskjallaran, tá stórbandatónarnir ljóðaðu og sangkvinnan sang I?ve got you under my skin. Hesin sat og hann lokkaði fjøldina innar.

Gott at vit aftur eiga stórband og slíkan tónleik í Føroyum og undirritaði sá onkran gamlan lim í legendarisku Gágguni (kendur bólkur úr Sjónleikarhúsinum), ið veruliga hevði eina frálika løtu, eins og so nógv onnur.

Hetta var krás fyri kræsin oyru.