Jarðskjálvtarnir í Indonesia og flóðaldan annan jóladag eru grundarlagið undir einari nýggjari frágreiðing, sum Heimsbankin og Columbia University í USA hava skrivað um vandan fyri náttúruvanlukkum og tær avleiðingar, ið kunnu standast av teimum.
Í frágreiðingini stendur millum annað, at tann stóra flytingin til stórbýirnar økir vandan fyri, at náttúruvanlukkur fara at krevja fleiri mannalív í framtíðini, og at vandin fyri jarðskjálvtum, flóðaldum og vatnflóð er serliga stórur í teimum býunum, sum eru við sjógvin.
Niðurstøðan í frágreiðingini er, at 82 prosent av heimsins íbúgvum eru í vanda fyri at verða rakt av vatnflóð ella flóðaldum, og at 70 prosent kunnu verða rakt av turki. Sagt verður, at vandin fyri oyðandi náttúruvanlukkum er serliga stórur í londum sum Taiwan, Costa Rica, Filipsoyggjunum, Japan, Vietnam, El Salvador, Nikaragua, Kili og Nepal.