Ein fjøld stóð spent og bíðaði eftir VETO, sum nakað seinkað trein VETO á pallin. Sjálvsagt var fagnaðurin stórur. Men fagnaðurin gjørdist eitt sindur lakari, tá ið bólkurin byrjaði at spæla, tí teir løgdu varisliga út við nøkrum heldur friðarligum løgum, sum kanska ikki teljast millum tey kendastu av teirra repertoir.
Hesa løtu tóktist áhoyrararnir eitt sindur fjálturstungnir, og høvdu ilt við at njóta konsertina til fulnar. Tá ið teir høvdu spælt umleið ein hálvan tíma, spældi teir hittið “You are a knife”, og nústani kom veruligt lív í fjøldina, sum nú hoppaði og geylaði afturvið tónleikinum. Hetta lagið var byrjanin uppá eina kavalkadu av góðum, kendum løgum hjá VETO, og nú blómaði konsertin.
Sjarmuoffensiv og onki hóvasták
Har vóru onkrir tøkniligir trupulleikar sum darvaði VETO. Sangarin greiddi frá, at ljóðførini ikki toldi kuldan, men hóast hetta spældu teir seg ígjøgnum konsertina. Men til tíðir sóu limirnir í VETO út til at vera órógvaðir av teimum tøkniligu trupulleikunum. Serliga sangarin tóktist órógvaður av sínari útgerð.
Eitt sum eyðkendi framførsluna hjá VETO, var tann stóri sjarmuoffensivurin, sum sangarin legði fyri dagin. Hann nýtti hvørt givna høvi til at fortelja okkum, hvussu vakurt og stórbært tað er í Føroyum. Slíkar útsagnir eru altíð til stóra fragd hjá fjøldini, men tað er ikki frítt at tað verður eitt sindur platt, tá ið tað verður smurt ov nógv á. Og hjá VETO var tað í yvirkantinum.
Eitt annað sum sermerkti framførsluna var, at bólkurin spældi sína skrá uttan á nakran hátt at kýta seg. Alt sum teir gjørdu á pallinum, sá so lætt og ómakaleyst út. Sjálvsagt er tað eitt tekin um, at bólkurin er í sera góðari venjing, og at teir hava púra kekk uppá tað teir gera. Men fyri okkum sum lýddu á, sá tað næstan soleiðis út, at teir bara høvdu ein annan dag á skrivstovuni, og ikki løgdu so ótrúliga nógv í framførsluna fríggjakvøldið.
Teir skulu tó ikki lastast fyri at vanrøkja sínar skyldur, tí tónleikaliga var tað ikki ein fingur at seta á framførsluna.
Sandurin ein tómur stórbýur
Hóast talan var um eitt tað kendasta navnið á ársins G! plakat, so er tað synd at siga at hetta sást aftur í mongdini av áhoyrarum. Sandurin var at kalla hálvtómur, og var hetta við til at skapa eitt lítið antiklimaks. Men tey sum vóru til staðar hugnaðu sær óført, og livdu seg inn í nútímans tónleikin hjá VETO.
Við elektroniska poppinum hjá VETO fært tú eina kenslu av at ferðast í einum stórbýi. Tónleikurin hevur nógvar rørslur og inniheldur eina rúgvu av ymiskum rútmum og strofum. Ja, tónleikurin kennist sum ein hendingaríkur stórbýir. Tí kennist tað so dýrabart at standa á bygdasliga Gøtusandi og njóta slíkan tónleik.