Tann stóra verkætlanin við Stórutjørn er nú næstan tvær ferðir so stór í vídd sum upprunaliga ætlað Høghúsini í Stórutjørn verða ikki so høg sum ætlað, men garafturímóti verður økið nú 590.000 fermetrar til víddar ella næstan tvær ferðir so stórt sum eftir teirri upprunaligu ætlanini.
-Høghúsini til íbúðir eru lækkað, og bygningar og verkløg verða tættari hvør øðrum, sigur stjórin í Stórutjørn, Bárður Nielsen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Búnaðarstovan hevur góðtikið at lata meiri landbúnaðarøkið til verkætlanina, og landbúnaðurin fær slakar 60 mió. krónur burtur úr verkætlanini.