STÓRATJØRN
Firouz Gaini er mannfrøðingur ella antropologur, hevur granskað í býarmentan og hevur skrivað bókina Urbscriptum, har hann m.a. samanber Havnina við aðrar býir.
Hann heldur verkætlanina hjá P/f Jákup á Dul vera spennandi, men hann leggur stóran dent á, at tað er týdningarmikið at fáa eitt kjak um hetta mál, áðrenn tað er ov seint.
- Tað var øgiliga skjótt, at politikarar og onnur søgdu, at hatta var eitt fantastiskt projekt, men tað er eitt sindur undarligt, at øll kunnu verða samd um hatta so skjótt, sigur Firouz Gaini, ið sær ein vansa í at flyta so nógv virksemi og funktiónir út um miðbýin í Havn. Hann spyr, um vit veruliga eru áhugað í, at færri og færri fara at búgva í miðbýnum, og at úrslitið av hesum verður, at har verður deydligt og keðiligt.
- Gongur tú ein túr gjøgnum miðbýin ein leygardag fyrrapart, sært tú fá fólk og kanska bara ferðafólk ella heimleys, tí fólk keypir inn aðrastaðni, og børn búgva og ganga í skúla aðrastaðni, og tað er spell. Men hetta er ein politiskur spurningur, sigur Firouz Gaini, sum heldur, at bústaðarmynstrið broytist á ein hátt, at færri og færri koma at búgva í miðbýnum, og møguliga fara almennir stovnar eisini at flyta úr miðbynum.
Hann viðgongur, at møguliga fer ein verkætlan sum Stóratjørn at føra við sær, at húsaprísirnir í miðbýnum fara at lækka, so fleiri fólk fáa møguleika at búgva har, men nýggjar ætlanir eiga at taka fyrilit fyri miðbýnum.
- Stóratjørn liggur langt burtur frá miðbýnum, og fólk noyðast at brúka bil, um tey skulu hagar, og tí verður hon ikki integrerað við restini av býnum, sigur Firouz Gaini.
Samdur við Elini Heinesen
Hann er samdur við nógvum av tí, sum Elin Heinesen førdi fram í lesarabrævi í gjár, har hon ávaraði ímóti vansunum við háhúsum, ið sambært henni kunnu føra til fremmandagering, sosiala avbyrging og skapa mistrivnað, sum stendst av tí vánaligu sameiningini av háhúsum og vindi.
Firouz Gaini sigur, at hóast hesi húsini kunnu tykjast bergtakandi, og at ítróttarøkini hvørki eru ring at fáa fyri Havnina ella vóru at síggja í teimum gomlu trabantbýunum, sum hann kallar býir við háhúsum, so himprast hann ikki við at kalla hesi háhúsini sum tey við Stórustjørn litleys, keðilig og klinisk. Av tí at stílurin er tann sami, sum til ber at finna í so nógvum øðrum býum, so verður tað staðarleyst, og Firouz Gaini spyr, um tað er hetta vit vilja, og um vit ikki eisini vilja síggja okkurt føroyskt í hesi bygging.
- Hetta er kanska meira hugtakandi á tekniborðinum enn í veruleikanum.
- Tórshavnar býráð hevur havt langtíðarætlanir fyri býin 5-10 ár fram í tíðina. Tí undrar tað meg, at ongar viðmerkingar eru. Men kanska hetta tilboðið er so stórt og flott og gott, at man ikki kann siga nei til hetta. Men spurningurin er so, um ein og hvør byggimatadorur kann koma og byggja tað, hann vil, sigur Firouz Gaini, ið er samdur við Elini Heinesen í, at eitt breitt kjak er alneyðugt um hetta málið, so vit ikki gera somu mistøk onnur.
Trupulleikarnir í Nuuk politiskt skaptir
- Søguliga er Havnin ein heilt annar býur enn Nuuk og Ishøj, men í framtíðini kunnu vit koma at líkjast. Tað var einki í grønlendskari mentan, sum segði, at man skuldi byggja upp á tann mátan, man hevur gjørt har, sigur Firouz Gaini, og vísir á, at hetta eru úrslit av politiskum avgerðum.
- Havnin hevur ótrúligar møguleikar, og bæði føroyingum og útlendingum dámar at ferðast her, men um man vil útbyggja býin við pakkaloysnum aðrastaðni frá, er vandi á ferð. Um man hugsar um globalisering og kapping við aðrar býir, so má mugu vit eisini hugsa um søguna, og eingin tímir at koma her, um alt er líka sum aðrastaðni, ávarar Firouz Gaini, ið ikki sigur seg trúgva upp á, at vit kunnu kappast við eitt nú Ísland á hesum økinum, og at vit tí eiga at brúka okkara sokallaðu nisjur.
Hann leggur tó dent á, at hann ikki sigur, at Havnin skal aftur í miðøldina og at neyðugt er at modernisera, men at vit eiga at kjakast um hetta og planleggja gjølla, so høvuðsstaðurin ikki fer at líkjast pakkaloysnum, ið eins væl kundu ligið í Riga ella Tallinn, sum hann málber seg.
Ikki serføroyskt at byggja stórt
Firouz Gaini heldur, at sum so er einki galið í at byggja høgt, at vit saktans kundu bygt hægri í støðum, enn vit hava gjørt. Eitt nú fýlist hann á, at spjaðingin í Havn er so stór, og metir, at vit høvdu kunnað sloppið undan hesum, um vit høvdu havt bygt tættari, fleiri íbúðir og møguliga í trimum hæddum í støðum.
- Á bygd fyrr var tætt bygt, og tí er tað ikki nakað serføroyskt at hava stór hús og stóran hava, sigur Firouz Gaini og vísir á, at tættari bygging eisini hevði verið gott fyri handilslívið í Havn.
Firouz Gaini nevnir Ørestad í Keypmannahavn sum dømi um ein býarpart, ið fólk hava bygt av sínum eintingum og hevur kostað ófatiligar upphæddir, sum hann hann tekur til, men har nógvir trupulleikar hava verið. T.d. er umhvørvið við beinkirnar undir teimum høgu húsunum sera kalt og tey stóru opnu plássini tykjast sera tómlig.
- Menniskjuni mugu takast við í slíkar ætlanir, sigur Firouz Gaini.
Lokkar ikki lesandi føroyingar
- Tað kann vera, at Stóratjørn hóskar til hugskot og virði hjá Jákupi á Dul, men tað eru ikki øll, sum eru áhugað í fitness-miðstøðum, og tí má slík bygging hóska til øll. Tess meira verkætlanin leggur upp til ein serligan lívsstíl og gerandisdag, tess størri er vandin fyri, at ein homogenur bólkur kemur at búgva har.
Firous Gaini heldur nevniliga, at av tí at tilboðini á Stórutjørn koma at verða avmarkað, soleiðis sum uppskotið er lagt fram, kemur hetta at síggjast aftur í ætlanini.
- Hetta minnir meira um jarnprovinsbýir ella forstaðir enn um stórbýir, tí tað er ofta í provinsbýum man hevur handilsmiðstøðir og stórar svimihallir, sigur Firouz Gaini, ið saknar mentanarlig tilboð sum gallarí, tónleikahús og caféir við Stórustjørn. Av tí sama væntar hann ikki, at tað fer at vera so lætt, at draga útisetar sum hava lisið uttanlands hendanvegin við einum slíkum tilboði, tí um tey vilja búgva í einum stórbýi, koma tey helst ikki aftur til Føroyar kortini. Hinvegin kann eitt slíkt tilboð kanska fáa vinnulívsfólk og onnur hendanvegin, ið dámar ein lívsstíl, sum kann praktiserast við Stórutjørn.
Ósamdur við Hans Paula Strøm
Firouz Gaini er ikki samdur við tí, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, førdi fram í Útvarpinum í gjár, har hann segði seg ikki óttast fyri ghettoum í Føroyum, av tí at hálønt og láglønt búgva í somu grannaløgum í Føroyum.
- Trupulleikin við tí, sum Hans Pauli Strøm sigur er, at tað passar nøkurlunda væl í dag og rættiliga væl við støðuna fyri 30-40 árum síðani, men eg haldi ikki, at hansara argument eru nóg sterk, tí tað, at vit eru ein familja, eru vit kanska við at fara burtur frá í modernitetinum. Tí tað er ikki nakað garanti fyri, at vit eisini fara at búgva soleiðis í framtíðini, sigur Firouz Gaini, ið metir, at hetta kanska kundi bent á, at Hans Pauli Strøm og aðrir politikarar hava ov lítið samband við terrænið hjá sínum veljarum, sum hann tekur til.
Firouz Gaini metir nevniliga, at segragation ella sundurskiljing millum stættir kann koma fyri í Føroyum, og at tað er væl hugsandi, at vit kunnu fáa býlingar, har fólk við antin høgari ella lágari inntøku koma at búgva.
- Sjálvandi kunnu øll ikki búgva í miðbýnum í Havn, men ressourcir ella tilfeingi og fokus kunnu verða flutt úr miðbýnum, um t.d. Stóratjørn verður staðið, har tey sum eru best fyri, koma at búgva og um har er mest modernað.
- Tann myndin, at vit ikki eru uppbýtt í stættir, er ein vøkur mynd, men hon passar ikki altíð so væl við tann sosiala veruleikan. Serliga í Havn, higar fólk úr øllum samfelagnum flyta, sigur Firouz Gaini.
Hann heldur tað vera ein fong fyri Havnina at fáa eitt so stórt ítróttarøki við hentleikum og møguleikum, ið føroyingar ikki hava havt áður, men sigur ferð eftir ferð í samrøðuni, at tað er týdningarmikið við kjaki og politiskum, sosiologiskum og mentanarligum kanningum. Og so mugu vit heldur ikki gloyma at kanna, hvussu verður og vindur koma at ávirka eina slíka byggiætlan, leggur hann afturat.
Firouz Gaini heldur annars, at P/f Jákup á Dul hevur timað hesa verkætlanina sera væl.
- Nú fáa vit nevniliga eina loysn upp á part av íbúðaspurninginum, og øll tosa um globaliseringina. Og hetta kemur akkurát fram nú, vit eru á veg fram í globaliseringini. Hetta hevur rakt øgiliga væl, men enn er stutt síðani, hetta kom fram, og Jákup á Dul er sjálvur eitt dømi uppá, at vit kunnu tað sama, sum íslendigar kunnu, sigur Firouz Gaini.
Hann leggur dent á, at einki galið er í tí, at tað privata vinnulívið setur slíkar verkætlanir í gongd.
- Men um vinnulívið og tann politiska elitan syngja í kór, er týdningarmikið, at vit eru kritisk og hyggja eftir argumentunum, sigur Firouz Gaini, sum staðiliga mælir til fleiri kanningar av Stórutjørn.
MYNDATEKSTUR:
- Søguliga er Havnin ein heilt annar býur enn Nuuk og Ishøj, men í framtíðini kunnu vit koma at líkjast. Tað var einki í grønlendskari mentan, sum segði, at man skuldi byggja upp á tann mátan, man hevur gjørt har, sigur Firouz Gaini