Stórar vónir til Anne Marie brunnin

Í apríl næsta ár verður sett á at bora sjeynda leitibrunnin á føroyska landgrunninum. Tað er á Anne Marie leiðini. Oljufeløgini ENI, Faroe Petroleum og Sieco eru við í hesi spennandi verkætlanini

Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast Williambrunnurin, sum varð boraður á landgrunninum í vetur, var turrur, hava oljufeløgini ikki mist vónina at finna olju ella gass her. Farið er longu undir at fyrireika næsta brunnin á landgrunninum. Á kunnandi fundi fyri føroyskar fíggingarstovnar og miðlarnar í gjár upplýsti Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, at borurin verður settur í á Anne Marie leiðini í apríl 2009. Hesin brunnurin er so bert ein av nógvum, sum Faroe Petroleum er við til at bora komandi tvey árini í føroyskum øki, á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland og í Norðsjónum. Endamálið við fundinum í Havn var at kunna um nógv økta virksemi hjá oljufelagnum og at viðgera møguleikan hjá Faroe Petroleum at skráseta seg á einum partabrævamarknaði í Norðurlondum umframt verandi AIM børsinum í London. Íløgur í oljupartabrøv Vit spurdu Graham Stewart, stjóra, um teir royna at fáa fleiri føroyingar at gera íløgur í Faroe Petroleum! -Sjálvandi ynskja vit tað, men tað er spurningurin, um tað skulu vera fleiri føroyingar ella fleiri íleggjarar sum heild. Vit kunnu ikki bestemma, hvør verður íleggjari hjá okkum, um tað eru føroyingar ella onnur. Vit hava fleiri loyvi í Føroyum, og uppruni okkara er jú her í Føroyum. Vit hava føroyskan samleika uppá nógvar mátar, so tað er sjálvandi áhugavert fyri okkum at hava fleiri stuðlar her heima. -Tað hevur ikki sæð so ljóst út á partabrævamarknaðinum nú í eina tíð. Er ikki vandi fyri, at føroyingar, sum vilja seta pengar í eitt nú Faroe Petroleum, fara at missa pengar? -Ein má viðganga, at tá man ger íløgur í oljufyritøkur og serstakliga leitingarfeløg, og vit eru jú eitt slíkt, so er altíð ein váði í tí. Okkara uppgáva er m.a. at minka um váðan, sum fylgir við eini íløgu í eitt oljufelag. At vit hava 47 leitiloyvi ger, at vit spjaða váðan, og at vit bora umleið 20 brunnar komandi árini ger, at møguleikin fyri at finna nakað, sum ger positivan mun, er til steðar. Tann váðin er so lágur, sum man kann gera hann. So tað er ein váði til steðar, har man kann missa allar pengarnar, men vit gera okkara besta fyri, at tað skal vera beint tvørturímóti, soleiðis at man fær eina góða kapitalhækkan. Graham Stewart sigur tað annars ikki vera sína uppgávu at mæla fólki til at seta pengar í teirra felag, men kann bert siga, at teir, sum arbeiða í felagnum, hava sjálvir gjørt íløgur í felagið og halda tað vera eina góða avgerð. Føroyskt ella útlendskt! -Tað verður onkuntíð sagt, at Faroe Petroleum er ikki eitt føroyskt oljufelag, men er eitt útlendskt felag! -Tað veit eg ikki. Tað eru nógv, sum spyrja; hvat er eitt føroyskt, eitt norskt og eitt enskt oljufelag? Vit hava sum eitt lutvíst lítið oljufelag gjørt íløgur í Føroyum uppá 150 mill. kr. Vit hava verið við í trimum brunnum, eiga fimm loyvi í Føroyum og eru eisini fyrsitøðufelag í Føroyum. So vit hava foksuserað nógv uppá Føroyar, og vit ynskja, at tað skal henda nógv á hesum øki bæði fyri okkum og fyri føroyska samfelagið. Um man kann siga, at vit eru eitt føroyskt felag er so tað. Vit eru skrásettir í London, og tað ljóðar sum vit eru eitt bretskt felag. So mín niðurstøða er tann, at vit eru eitt sindur blandaðir, norskt, bretskt og føroyskt. -Nú hava vit eisini eitt annað føroyskt oljufelag, Atlantic Petroleum. Er tað skilagott at hava tvey ”føroysk” oljufeløg, nú vit eru so lítið samfelag? -Skilagott? Ella skal man vera glaður fyri tað! Ein kundi hugsað sær kanska at havt uppaftur fleiri. Tað hevur man pláss til úti í verðini. Haldi at føroyingar hava lært nokk so fitt í oljuverðini nú, sum kann brúkast uttanlanda og sum hevur verið til hjálp í føroyska samfelagnum uppá ymsar mátar. Um tað er sum leitifelag, framleiðslufelag ella tænastufelag í oljuvinnuni, tað er so tað. Men eg haldi, at tað er gott at hava tvey føroysk feløg, og tað er sum sagt pláss til fleiri, og eg vóni fólk her á landi í framtíðini síggja tað sum ein møguleika. Ikki alment oljufelag enn -Tá tú nevnir fleiri oljufeløg, so hevur eitt alment føroyskt oljufelag eisini verið nevnt í orðaskiftinum, eitt nú í sambandi við 3. útbjóðing á tingi. Eiga Føroyar at fáa eitt alment oljufelag eisini fyri at tryggja seg best? -Man má spyrja, hví man skuldi ynskt tað. Í dag er eingin olju- ella gassframleiðsla í Føroyum, og higartil er einki lønandi fund gjørt. Tað er ein góður spurningur, um eitt alment føroyskt oljufelag hevði kunnað gjørt mun í tí høpinum. Vit vita, at tað krevur eina rúgvu av pengum, og onkur skal gjalda fyri hesar brunnarnar. Ein brunnur kann kosta millum 200 og 500 mill. Kr. Tað eru nógvir pengar serliga í dag, har kappingin er hørð um boripallar. Eg sjálvur haldi ikki tíðinj er tann rætta enn at hava eitt alment føroyskt oljufelag. -Hyggja vit eftir útviklinginum í Danmark og Noregi, so hava teir almenn olju- og gassfeløg. Meinar tú at tá og um vit finna oljuna ella gassið, tá eiga vit at taka spurningin um alment oljufelag upp? -Tá hevði verið grundarlag fyri at tikið tann tankan upp. Tað verður so altíð ein politiskur spurningur. Tað eru ikki øll lond, sum ynskja hetta. Hetta er so eisini ein luksusavgerð at skula taka. -Tit umhugsa í løtuni at skráseta tykkum á enn einum børsi! -Vit hava rættiliga nógvar føroyskar íleggjarar, sum vit vita hava tað trupult við at handla við okkara partabrøvum, og vit ynskja at gera hetta so lætt sum møguligt. Tað at vit eru børsskrásettir í London ger tað nevniliga ikki lætt, og tí hugsa vit um møguliga at skráseta okkum í Keypmannahavn ella í Oslo aftrat og møguliga fara frá tí lægri marknaðinum AIM í London og upp til høvuðsmarknaðin har. Tað kemur í sambandi við, at felagið er við at búnast og er vorðið størri,og vit eru í dag í tí størra endanum á AIM, og kunnu nú umhugsa at fara víðari. Tað er m.a. hetta vit hava umrøtt saman við góðum fólkum frá føroysku fíggingarstovnunum, hvørji ynski og ráð tey hava. Ikki klárir at blíva uppkeyptir -Vit hava hoyrt, at tað er áhugi hjá øðrum oljufelag at keypa tykkum! -Vit eru ikki uppkeyptir enn, men tað er altíð ein møguleiki fyri tí. Tá man er børsskrásettur og er eitt alment felag so er vandi altíð fyri tí, at onkur annar vil keypa. So tað er møguliga ein spurningur um tíð og prís o.a. Men vit føla í hvussu er, at vit eru ikki klárir at blíva uppkeyptir. Vit hava nógv at gera og hava nógvar brunnar komandi tvey árini, sum vit hava stórar vónir til. Og tí meina vit, at prísurin má vera rættiliga høgur skal onkur keypa okkum og at vit eru nøgdir við at vera uppkeyptir. -Er tað ein vandi fyri Føroyar sum leitiøki, um onkur keypir Faroe Petroleum og kanska ikki ynskir at brúka meira orku uppá leiting her? -Ja tað ein møguleiki fyri tí. Men tað er ringt at spáa um tað. Væntandi verður Føroyaøkið meira áhugavert og dragandi fyri oljufeløg í framtíðini, og tí krevur tað ikki, at ”føroysk” oljufeløg eru til yvirhøvur, av tí at framtíðin hjá eini føroyskari oljuvinnu, har man vónandi fær succes í komandi ári, ikki nýtist at vera knýtt ella bundið at, um vit hava føroysk oljufelag komandi árini. Sær gott út fyri Føroyaøkið Graham Stewart og hansara fólk hava annars úr at gera, nú ikki færri enn 20 brunnar skulu borast komandi tvey árini. Felagið hevur fingið 20 loyvi í Norra og skulu til at bora nógv har. Tað, sum tó hevur størst áhuga fyri føroyingar, er Anne Marie brunnurin, ið skal borast á Føroyaleiðini. –Eg haldi henda boringin sær sera lovandi út. Vit eru sera spent, tí hesin brunnurin liggur tætt við stór fund, sum eru gjørd hinumegin markið, eitt nú Rosebank og Cambo. Vit halda tað er góður møguleiki at finna nakað. Graham Stewart vísti á kunnandi fundinum á Hafnia í gjár á týdningin at fáa japanarar at gera íløgur í leiting um okkara leiðir. –Eg haldi hetta er sera áhugavert. Japanska oljufelagið Sieco er komið við í loyvi 005. Eitt annað japanskt oljufelag, Idemitsu er komið við í fimm loyvi vit hava hinumegin markið. Vit hava vónir um, at hesi feløgini og onnur við vilja vera við til at fíggja ein stóran part av útreiðslunum, soleiðis at vit kunnu halda fram við at menna okkara virksemi. -Tit hava so eisini eitt loyvi sunnan fyri Føroyar, Rannvá, sum vit skilja stór útlendsk oljufeløg vísa áhuga! -Vit hava havt samrøður við oljufeløg um hetta prospektið, sum sigst at vera eitt tað størsta ikki boraða prosopekt í øllum Europa. Tað liggur í føroyskum øki og er sera spennandi. Vit eru komin hartil, at vit nú hava eina góða og sterka søgu at fortelja útlendskum oljufeløgum, sum leita eftir stórum prospektum í hesum økinum. Tí hava góðar vónir um at fáa stór oljufelag at gera íløgur í Rannvu í ár ella næsta ár, og tað kann so gera, at vit fara at bora ein brunn í komandi ári. Hann kann geva møguleikan at finna stórar nøgdir av olju. Handilsvindeygað -Vit síggja, at útlendsk oljufeløg hava ilt við at sleppa fram at í londum sum Venzuela og Ruslandi. Kenna tit tað sum tykkara uppgávu at byggja brýr og vísa teimum leiðina henda vegin? -Fólk og feløg síggja okkum sum ein pionerur, og vit eru faktiskt góðtikin av teimum stóru oljufeløgunum sum eitt djúpvatnsoljufelag, og tað at man kann tiltrekkja eitt nú japonsk oljufeløg henda vegin haldi eg er ein góð byrjan, og vit hava vónir um, at tað koma uppaftur onnur feløg henda vegin at gera íløgur í leiting. Vit kenna tað so sum, at vit virka sum eitt slag av handilsvindeygað, tí vit eru í gongd alla tíðina fyri at finna onnur feløg, sum vilja gera íløgur. Vit hava jú avmarkaðan kapital, og tí noyðast vit at fara út at leita eftir øðrum áhugaðum feløgum. Oljan ikki í land her -Heimurin hungrar eftir olju. Skuldu vit funnið eina stóra olju- ella gasskeldu við Føroyar, so hugsa tey flestu, at hetta verður gott fyri samfelagið. Men kann hetta ikki eisini gerast eitt ”skrekksenario”, ein ræðumynd? -Jú uppá nógvar mátar. Tá eg búgvi í útlandinum, so síggi eg tað so positivt, hvussu reint og gott tað er í Føroyum. Landið er óspolerað uppá nógvar mátar, og tá man samanber Føroyar við onnur lond, sum hava funnið olju, so er tað virkuliga nakað man má hugsa seg um, hvønn veg oljan skal renna. Eitt oljufelt í føroyskum sjógvi verður helst framleitt sum eitt offshorefelt, og man fer helst at síggja lítið og einki til tað virksemi, uttan tað, sum hendir á supplybasum ella á flogvølli og møguligt verkfrøðingaarbeiði á skipasmiðjum ol. Sjálvur haldi eg ikki, at tað er ynskiligt ella neyðugt í dag at taka oljuna til lands í Føroyum og byggja oljuraffinaríir her. Man hevur orku í Hetlandi og aðrastaðni at taka sær av oljuni. Tá tað kemur til gass er tað nakað annað. Vit høvdu kunnað fingið rímuliga bíliga orku ol. Her eru bæði negativ og positiv ting, men eg haldi, at føroyingar duga so mikið væl at tackla slíkar avbjóðingar, at man hevði ikki gjørt nakað, sum man hevði angrað. -Tað eru boraðir millum 200 og 300 brunnar vestan fyri Hetland. Har eru trý framleiðandi felt. Vit hava borað seks brunnar á landgrunninum. Hvussu nógvar brunnar skulu vit bora aftrat, áðrenn vit raka við olju? -Í hvussu er ein aftrat.